Háskúlamenninir og onnur taka undir við at menna føroyskt. T.d. Chr. Matras, Jákup Dahl, Victor Danielsen og fleiri.
Seinni tekur kendi málfrøðingurin J.H.W.Poulsen um endan og fremur megnar avrik við orðabókaarbeiði sínum.
Málmenningin fór yvir í eina málreinsanarkós stutt eftir aldarskiftið 18/1900 og helt sær alla øldina, har ikki minst útvarpið tók táttin upp og gjørdi hin stóra munin til frama fyri at menna føroyskt mál. Seinni tók sjónvarpið sama góða táttinupp.
Støða móðurmálsins gjørdist sera veik um trúbótarmundið (1530-árini), tá danskt sum frá leið kom at verða: kirkjumál, rættarmál og umsitingarmál.
Føroyskt gjørdist ikki kirkjumál burturav fyrr enn í 1961. Enn tann dag í dag er danskt framvegis lutvíst rættar – og umsitingarmál.
Tað er tí als einki at siga til, um føroyskt hevur tørvað eina endurreisn, ja, nær um endurføðing burtur úr teirri neyðarstøðu, ið tað var komið í yvir eini 400 ár.
Málreinsanarstevnan:
Málreinsanarkósin, ið tók seg upp í byrjanini av 1900-talinum miðaði eftir at fáa lív í aftur orð, sum vóru farin úr málinum og at menna orð aftur, ið vóru um at hvørva. Tað vóru fyrst og fremst kvæðini, ið royndust sum keldur at oysa av, so mong av teimum orðum, sum í dag eru væl kend, eru tikin ella endurfunnin úr kvæðaskaldskapinum. Gamla norrøna málið varð eisini troytt sum orðatilfeingi.
Sjálvandi varð somuleiðis skeitt til grannar okkara í útnorðri, íslendingar, av tí at teir høvdu verið í líknandi støðu, sum vit. Kortini gjørdu teir tað bragd, at teimum eydnaðist at fáa NT út longu í 1540 og alla bíbliuna í 1580-árunum á egna móðurmáli teirra (Setursrit 4 – E. Fubding). Eitt roysni, ið hvørki norðmenn ella føroyingar megnaðu at gera teimum eftir fyrr enn fleiri hundrað ár seinni. Hesin veruleiki gjørdist ómetaliga týdningarmikil fyri málsligu støðu teirra seinni.
Føroyskt kann tí ikki sigast at hava havt møguleika fyri vanligari málmenning hesi 400 árini, tá danskt var eitt slag av ”yvirmáli”, meðan føroyskt einans var talumál manna millum og kom tí at vera minni mett, meðan danskt gjørdist tað ”fínara” málið, ið tað ráddi um at apa seg eftir.
Málreinsanarstevnan var alla tíðina varlig og ikki víðgongd. Endamálið var at fáa málið aftur á beint. T. e. At lúka burtur tær grovastu málspillurnar og at byrgja fyri tí ringasta floyminum uttaneftir, og er hetta sama støðan í dag.
Tvinnar málstevnur:
Sum vanligt, so býttu føroyingar seg sundur í tvinnar bólkar, tá málsliga endureisingin tók seg upp fyri eini 100 árum síðani. Annar bólkurin valdi eina varliga málreinsanarkós, meðan hin bólkurin segði, at vit bara skuldu taka málsøguligu gongdina hesi 400 árini til eftirtektar og gera ”bronglaða málið” til okkara móðurmál. Hesir bólkar stríddust harðliga hvør móti øðrum í mong ár, men so endaði tað eftir øllum at døma við, at ”málreinsanarstevnan” vann, og lítið hevur verið at hoyra til hin partin í mong ár.
-2-
Málstríðið kyknað uppaftur:
Men nú er øðrvísi, av tí at javnan verður álop gjørt á málreinsanarstevnuna og umboð hennara, og skrivingin er hatursfull. Málreinsarar verða nær um jagstraðir og eyknevndir við ymiskum niðrandi orðum. Dømini eru mong: Puristar (í niðrandi merking), sjálvútnevndir málverjar, smøl elita við ivasomum mandati, lukkað losja, málkonservatisma, málsøknir puristar, puristiskir málpávar, málstjórar, heimføðingar o.a.
Sostatt er støðan hin sama gamla, ið var fyrr, har onnur stevnan vil halda fram á varligari málreinsanarkós, meðan hin stevnan ynskir at lata standa til, har alt føroyskt er nóg gott.
Skilji væl, at lítið hoyrist til umboð fyri reinsanarstevnuna, tá orðaskiftið er á so lágum støði. Tað hevðí borið væl til at eyknevnt afturimóti, men tað hevði bara drigið orðaskiftið enn longur niður eftir ósakliga stiganum.
Er reinsanarstevnan so ring?
Hesi hundrað árini ella so hevur tað eydnast stevnuni at fáa lív aftur í eina stóra nøgd av orðum, ið annars ikki høvdu verið til í málinum í dag.
Sjálvandi er tað so, at alt hevur ikki verið væl eydnað, men soleiðis fer tað altíð at vera, og støðan hevði verið munandi verri uttan málreinsan.
Tað er einki at ivast í, at um einki var gjørt, so hevði føroyskt í dag verið blandingur av føroyskum til tað mest vanliga, meðan restin hevði verið bronglað av donskum, týskum og enskum.
Uttan málreinsanarstevnuna hevði tað t.d. Ikki borið til at kalla nakað fyri: Málfelagið í 2009 – tað hevði itið sprogforeiningin. Soleiðis er tað bara. Málfelag hevði ljóðað fornt og fremmant.
Eingin vandi er:
Mong siga, at eingin vandi er. Orð hava ongan týdning. Tað er málburður og bendingin, ið eru umráðandi. Tað kann vera, men eingin orsøk er at rokna við, at um føroyingar gevast at hava áhuga fyri orðum, so fara teir í staðin at snúgva áhuganum til setningsbygnað og bending. Haldi, at tað er sjón fyri søgn í dag hesum viðvíkjandi, at so verður ikki.
Væl umtókt at vera ímóti málreinsan:
Í dag tykist tað vera sera so væl umtókt at vera í andstøðu til málreinsan, at sjálvt umboð fyri summar av politisku flokkunum koma kropp á kroppi og gera vart við ónøgd sína og soleiðis hava bakið frítt til eitt komandi val.
Støðan er í veruleikanum tann, at hóast allir føroyingar tóku undir við málreinsanarstevnuni, so høvdu vit kortini fingið hóp av fremmandum orðum inn á okkum, tí, sum tað er sagt áður, so kann reinsanastevnan bert byrgja upp fyri ringasta floyminum uttaneftir.
Hugsa bara um økini, har føroyskt ikki enn hevur fingið rúmd: Allar útlendsku sjónvarpsrásirnar, sjónbondini, fartelefonirnar, teldurnar o.a., so ágangurin móti føroyskum hevur ongantíð verið nær til so harður sum júst nú. Børn sita í tímar hvønn dag og hyggja at sjónvarpsbondum/sendingum við danskari/enskari talu, og hetta hendir, meðan tey skulu ogna sær egið móðurmál og eru mest móttøkufør málsliga.
Einki ímóti donskum:
Nú eigur eingin at misskilja meg. Eg havi als einki ímóti dønum/donskum. Tað er bert hugsan mín, at vit skulu ikki blanda málini saman.
Viðvíkjandi føroyskum, so er at vóna, at fjølmiðlafólkini og føroyingar annars fara at sanna, at málreinsanarstevnan, ið hevur verið galdandi í eina øld, er hollast at halda seg til, eisini frameftir, um føroyskt framhaldandi skal kunna metast sum sjálvstøðugt mál.
Eingin vandi er fyri, at vit fara ”at duga føroyskt ov væl” og ”útlendskt ov illa”- byrgja okkum inni, av tí at floymurin uttaneftir er so ovurhonds stórur.
Annars fari eg at takka Eyðuni á Borg fyri hansara , mangan - einsliga stríð – móðurmálinum at frama.