Viðmerkingar til oddagrein í Sosialinum

Hósdagin 1. februar í ár gjørdi Sosialurin undir ?Dagsins meining? (oddagreinini) viðmerkin gar til ?tlanina hjá nevndini hjá Atlantsflog um partvísa privatisering av felagnum.

 

Pf. Atlantic Airways

Eyðfinnur Jacobsen

nevndarformaður


Hósdagin 1. februar í ár gjørdi Sosialurin undir ?Dagsins meining? (oddagreinini) viðmerkin gar til ?tlanina hjá nevndini hjá Atlantsflog um partvísa privatisering av felagnum.

Viðmerkingin vísir tíverri, at blaðið hevur misskilt okkara ?tlan. Nevndin heldur tí, at tað er neyðugt enn eina ferð at umrøða og útgreina ?tlanina og heita tí við hesum á blaðstjórnina um at geva okkum neyðuga blaðrúmd á hóskandi stað.

Fyri tað fyrsta er at siga, at ?tlanin byggir á, at Føroya Landsstýri framvegis eigur meirilutan (51%) av partapeninginum og at øðrum íleggjarum kunnu bjóðast upp til 49% av partapeninginum.

Í øðrum lagi er ?tlanin, at fremja privatiseringina í stigum. Tí verða neyvan meira enn eini 10 til 15% latin øðrum partaeigarum í fyrsta umfari.

Í triðja lagi heldur nevndin tað vera áhugavert og ein styrking av felagnum at fáa føroyskar íleggjarar (einstaklingar og stovnar/fyritøkur) við sum partaeigarar av tjóðarflogfelag Føroya. Ikki minst heldur nevndin, at tað kann styrkja felagið, at fáa starvsfólkini sum partaeigarar.

Í fjórða lagi heldur nevndin, at rúmd skal vera fyri at hava strategiskt samstarv við annað flogfelag úti í heimi. Ein kendur máti at gera hetta uppá, er at bjóða einum slíkum felag ognarlut upp á t.d. 10 til 25%. Tað skal undirstrikast, at samstarv av hesum slag verður ikki gjørt við eitt og hvørt felag og fyri ein og hvønn prís, men einans um so er, at fyrimunir fáast burturúr.

Í fimta lagi heldur nevndin, at tað er r?tt at seta hesa ?tlan í verk nú, tá hetta fellur saman við arbeiðinum at seta á stovn ein føroyskan virðisbr?vamarknað. Nevndin metir tað verða Atlatnsflog til fyrimunar at verða klárir frá byrjan, umframt at hetta eisini skal skiljast sum ein stuðul til hetta arbeiðið.

Í s?tta lagi er neyðugt at gera eitt fyrireikandi arbeiði, sum er b?ði drúgt og krevjandi. Tá hetta er liðugt, skal endaliga ?tlanin leggjast fyri eigaran.


Við hesum vóni eg, at tað nú er øllum greitt, at nevndin hevur onga dulda dagsskrá, men einans er í holt við at styrkja og fyrireika felagið til eina meira dynamiska framtíð í Føroyum, har ein føroyskur virðisbr?vmarknaður er partur av gerandislívinum.