Rehabilitering fevnir um endurvenjing, viðlíkahald og fyribyrging, umframt øll onnur lívsins viðurskifti, fíggjarviðurskifti, útbúgving, arbeiðstilboð, bústaðartilboð og sosialu støðuna sum heild. Almenn endurvenjing skal setast á stovn, til fólk sum eru rakt av sjúku ella skaða.
Rúmligi arbeiðsmarknaðurin: Tryggja fólki við breki og sálarsjúku, eftir førimuni at hava eitt virkið og sjálvstøðugt lív, sum byggir á førleikar heldur enn forðingar.
Tryggja skúla- og menningartilboð til børn og ung við serligum tørvi.
Fleiri vardar bústaðir, samstundis niðurleggja ótíðarhóskandi sambýlir.
Forsorgarlógin broytast, so henda uppá sikt verður ein tænastulóg. Vit skulu burtur frá forsorgarhugtakinum.
Eldralóg, sum í størst møguligan mun stuðlar uppundir lívsgóðskuna og sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, longst við egið lív.
Visitering til heimahjálp skal víðkast til eisini at fevna um heimavenjing, ergo og fysioterapi, hetta fyri at fólk kunnu vera longri virkin í egnum heimi. Greiðar upptøkutreytir til vard dagtilhald, sambýli og røktarheim.
Verkætlan til fyribyrging av fysiskum og sálarligum harðskapi. Herða fráboðanarskylduna innan barnavernd.
Barna og ungdómspsykiatri skal raðfestast soleiðis, at skjótt verður borið at.
Víðka um virksemi hjá løgtingsins umboðsmanni soleiðis, at hann kann hava eftirlit við rættarstøðuni hjá børnum innan barnavernd og borgarum, sum búgva á røktarheimi og sambýli.
Samband við hvønn annan
Samband við veruleikan
Ein innarlig áheitan til tín um at fara á val.
.