Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag
Ingeborg Vinther
Vegna feløgini
Allir politisku flokkar á tingi og landsstýrismenn
Nú útlit eru til, at alsamt meira av føroyska fiskatilfeinginum verður flutt ótilvirkað av landinum, loyva undirritaðu feløg sær at biðja um fund við umboð fyri Landsstýrið og politisku flokkarnar á tingi.
Vónandi kann hesin fundur verða hildin í august ella september mánaða.
Vit skulu gera vart við, at vit meta støðuna at vera so hættisliga, at umráðandi er, at politiski myndugleikin tekur stig til at varðveita arbeiðspláss í Føroyum, nú tekin eru um, at arbeiðsloysið fer at økjast aftur.
Hetta kann bert gerast, um politiski myndugleikin tekur stig til, at fiskatilfeingið okkara kemur øllum samfelag okkara til góðar og fyritreytin fyri hesum er, at fiskurin verður tilvirkaður í Føroyum, og ikki verður útfluttur ótilvirkaður.
Aðrir spurningar eru eisini, sum neyðugt er at taka upp, um føroysku fiskivinnuni á landi skal vera lív lagað.
Taka Landsstýrið og politisku flokkarnir á Tingi undir við, at fiskur okkara verður avreiddur til út-lendsk virki at tilvirka?
Sum fjølmiðlarnar hava umrøtt, so eru føroyingar nú eisini farnir at stovnseta fiskavirkir uttanlands, har ætlanin tykist at vera, at stórur partur av føroyska fiskatilfeinginum skal tilvirkast.
Hetta er tekin um, at arbeiðspláss beinleiðis verða avreidd av landinum og tá so at siga eingin politiskur flokkur ella fólkavaldur politikari hevur tikið til orðanna móti hesari óhepnu gongd, vilja undirritaðu feløg hava greiðu á, um politisku flokkarnir og løgtingslimirnir taka undir við, at grundarlagið verður tikið undan føroyska samfelagnum, við at meginparturin av fiskatilfeingi okkara verður flutt av landinum, og lønarútgjaldingarnar og skattainntøkurnar av somu orsøk alsamt minka.
Fiskurin er sambært lóg ogn Føroya fólks.
Sum kunnugt er ásett í gjaldandi fiskivinnulóggávu, at fiskatilfeingið í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks.
Vit skulu gera vart við, at slík lógaráseting ikki bert kann vera eitt eiti, og tí hevur politiski myndugleikin skyldu til at bera so í bandi, at størst møguligur partur av hesum tilfeingi eisini veruliga kemur føroyska fólkinum til nyttu.
Vanligi føroyingurin hevur sum kunnugt einki ræði á fiskatilfeingi okkara, men Landsstýrið hevur sum loyvisgevandi myndugleiki bæði rætt og skyldu til at bera so í bandi, at størst møguligur partur av fiskatilfeinginum verður tilvirkað í Føroyum og sostatt kemur at skapa arbeiði til føroyskar hendur.
Grundleggjandi fyritreytin fyri fiskivinnuídnaði okkara á landi, er at karmar verða skaptir fyri at fiskurin verður virkaður á føroysku virkjunum, og tað eru politisku flokkarnir, sum hava skyldu at skapa hesar karmar.
Er tað bert fiskivinnan á sjógvi, sum skal hava stuðul ?
Sum kunnugt letur landskassin við minstulønarskipanini árliga reiðarunum ein rættuliga stóra milliónaupphædd, sum í veruleikanum er ein stuðul til fiskivinnuna.
Vit unna væl fiskimonnunum hesa inntøkutrygd teirra, men tað kann ikki vera rætt, at okkara politikarar als ikki vilja skapa karmar fyri arbeiðsplássum í fiskivinnuni á landi, samstundis sum tíggjutals milliónir verða brúktar til at stuðla føroysku reiðarunum.
Enn meira skilaleyst er hetta, um hesir somu politikarar vilja góðtaka ella enntá stuðla undir, at reiðararnir avreiða fiskin uttanlands, hóast talan er um fisk, sum er veiddur við fíggjarligum stuðli úr landskassanum.
Tíðin er ikki búgvin til at einskilja Føroya Fiskavirking.
Sum støðan er nú við tekin um kreppu í samfelag okkara, er tíðin ikki búgvin til at einskilja Føroya Fiskavirking.
Greitt er, at um ein einskiljing skal fara fram, so eigur hetta ikki at verða gjørt í einari tíð, har útlit eru til alsamt minkandi arbeiði á landi, og vit vilja tí heita á landsins myndugleikar um at taka stig til, at eingin einskiljing fer fram, fyrr enn støðan í samfelagnum talar fyri hesum.
Um Landsstýrið skapar møguleikar fyri at fiskur fer ótilvirkaður av landinum, so er tað skyldan hjá landsins myndugleikum at skapa møguleika fyri alternativum arbeiðsplássum.
Tað tykist, sum at landsins myndugleikar bert sita hendur í favn, nú útlit eru til at alt meira av føroyska fiskatilfeinginum fer av landinum, og tá landsins myndugleikar soleiðis beinleiðis ella óbein-leiðis góðtaka hesa støðu og í ávísum førum beinleiðis stuðla undir hesari gongd, so er tað skyldan hjá okkara fólkavaldu politikarum at melda greitt út, hvat ætlanin so er við teimum arbeiðs-plássum, sum tørvur verður á, nú verandi arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi alsamt fækka.
Tað ber ikki til at politiski myndugleikin, sum hevur ábyrgdina av samfelag okkara, stuðlar einari gongd, har grundarlagið fyri hundraðtals arbeiðsplássum verða tikin burtur og samstundis einki ger fyri at skapa hesum somu borgarum nýggj arbeiðspláss.
Fyri at fáa greiðu á frammanfyri nevndu viðurskiftum vilja vit, sum frammanfyri nevnt, skjótast til ber eftir summarfrítíðina hava fund við landsins myndugleikar fyri at fáa greiðu á, um politiski myndugleikin hevur nakra ætlan yvirhøvur viðvíkjandi óhepnu gongdini, har alsamt størri partur av fiski okkara fer ótilvirkaður av landinum.
Um politiski myndugleikin einki ætlar at gera fyri at forða fyri, at størri partur av fiskatilfeinginum fer ótilvirkað av landinum, so er neyðugt at fáa greitt at vita, hvørji stig politikararnir ætla at taka, fyri at skapa karmar fyri øðrum arbeiðs-plássum, í staðin fyri tey, sum verða avreidd av landinum.
Vinaliga boða okkum skrivliga frá, nær nevndi fundur kann verða hildin.
Av tí at talan er um eitt álvsarsmál, sum hevur áhuga millum allar føroyingar, so hava vit sent fjølmiðlunum avrit av hesum skrivi okkara.