Landsstýrismaðurin hevur greitt frá málinum og hevur sagt seg vera tilreiðar at taka neyðugar politiskar avleiðingar, um flokkurin metir hetta vera tyngjandi fyri álitið á flokkin, landsstýrismannin, landsstýrið og álitið á politisku skipanina.
Á fundinum var semja um, at viðgerðin av tílikum málum hevur stóran prinsipiellan týdning, tí tey skapa fordømir frameftir fyri tey politisku mørkini og krøvini, sum verða sett landsstýrismonnum.
Tað er álvarsmál, um landsstýrismenn verða skuldsettir, ákærdir ella koma í rættin fyri brot á lóggávuna. Men neyðugt er at skilja ímillum, hvat málið snýr seg um.
? Er talan, um mál, ið hevur við embætisførsluna hjá landstýrismanni at gera?
? Er talan um brot á revsilógina, sum altíð vil verða tyngjandi?
? Er talan um brot á aðra lóggávu? Er talan um viljað, óviljað ella hendilig brot?
? Er talan um mál, sum eru avgreidd og kend?
? Er talan um annað, sum kann verða tyngjandi út frá eini politiskari meting?
Tí má ein politisk meting gerast í hvørjum einstøkum føri, um hvørt hetta er tyngjandi fyri ein persón, ein politikara og ein flokk.
Í hesum føri er talan um eina hending, sum var alment kend og væl lýst, áðrenn persónurin gjørdist landsstýrismaður, og sum onki samband hevur við embætisførslu. Málið kemur upp, tí talan eftirfylgjandi verður um skuldseting fyri óviljað brot á sjólógina í sambandi skipbrotið fyri, sum skiparin hevur tikið fulla ábyrgd av. Sambært upplýsingum frá Sjóvinnufyrisitingini er tað vanlig mannagongd, at skiparar fáa uppskot um bót í sambandi við skipbrot. Talan er um hendiligt og óviljað brot, sum ikki fær nakrar víðari avleiðingar fyri skiparan.
Onki nýtt er komið fram í málinum, sum ikki var alment kent og kom fram undir sjóforhoyrinum.
Á fundi millum ting- og landsstýrismanning í gjár var niðurstøðan, at Landsstýrismaðurin eigur ikki at taka aðrar politiskar avleiðingar av hesum máli, enn at avgreiða bótina og framhaldandi at greiða almenninginum frá øllum lutum í málinum.
Høgni Hoydal
floksformaður