Viberg úr Trongisvági í eldin í høvuðsstaðnum

Hin 61 ára gamli Viberg Sørensen úr Trongisvági er nývaldur formaður í Føroya Reiðarafelag. Hann skal lyfta arvin eftir formannin seinastu mongu árini, Jákup Sólstein. Fyrsta uppgávan hjá formanninum verður at fáa í lag nýggjan sáttmála millum reiðarar og fiskimenn. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, segði í Sosialinum í gjár, at her verður eingin “góða mamma”

Prát

 

Nýggi formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen úr Trongisvági, er 61 ára gamal. Konan eitur Jóna, og tey eiga trý børn. Anita er dóttirin, og tað er henni, garnaskipið hjá Vibergi er uppkallað eftir. Synirnir eru tveir, annar førir Anitu og hin siglir úti.

Viberg hevur í nógv ár sitið í nevndini í Føroya Reiðarafelag, og hann hevur eisini sitið sum næstformaður í fleiri ár við Jákupi Sólstein sum formanni.

Á fundi mánamorgunin skipaði nývalda nevndin seg, og nú verður tað Viberg, sum kemur at lyfta arvin eftir Jákup.

Næstformaður er Jónsvein Knudsen, sum eftir eykaaðalfundin umboðar ísfiskatrolararnar. Hóast nevndarlimirnir í felagnum eru skotnir upp av ymisku skipabólkunum, umboða teir sjálvandi alt felagið inneftir og úteftir.

Viberg er soleiðis eingin ársungi innan felagsarbeiði, og fyrsta uppgávan hjá nýggja formanninum eru samráðingarnar millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag um nýggjan sáttmála.

 

Langt er ímillum

Seinnapartin í dag verður nýggjur fundur millum feløgini, og hesin verður í hølunum hjá Føroya Reiðarafelag.

Higartil hava samráðingarnar gingið trekt, og Føroya Fiskimannafelag hevur serliga lagt seg eftir at fáa meira upp á eftirlønina. Hinvegin halda reiðararnir, at oljuútreiðslurnar eru vorðnar so tyngjandi, at neyðugt er at taka hædd fyri hesum í samráðingunum.

Langt er millum partarnar.

Semingsmenn eru komnir upp í trætuna, men fundurin í dag er millum partarnar sjálvar.

- Semingsmenninir vilja sjálvandi halda seg burtur, so leingi partarnir tosa saman.

Spurdur, um semingsmenninir í hesum førinum ikki komu rættiliga tíðliga upp í trætuna, ásannar nýggi formaðurin, at tað komu teir.

- Jú, eg haldi, at teir vórðu boðsendir fyrr, enn vit hildu vera neyðugt.

Hann sigur, at tað var Føroya Fiskimannafelag sum boðsendi semingsmonnunum.

 

Ikki fulltíðarstarv

Álitisstarvið sum formaður í Føroya Reiðarafelag er ikki fulltíðarstarv, minni enn so. Hetta líkist meira einum óløntum starvi.

- Tú fært eina lítla samsýning fyri at vera formaður, men hetta er einki livibreyð, sigur Viberg.

Hann vísir á, at tað er skrivari felagsins, Ólavur Jøkladal, sum hevur dagligu umsitingina av felagnum um hendi, og hann er einsamallur á skrivstovuni um dagarnar.

Tá ið vit ringdu til nývalda formannin stutt eftir klokkan 08 í morgun, spurdu vit, um vit nú høvdu vakt hann:

- Vakt meg? Nei, tað er so eiðasørt. Man missir svøvnin av hesum, sigur hann skemtandi.

Viberg er kendur sum skilamaður, og hann er blíður og fyrikomandi.

- Eg rokni við, at hetta er eitt starv, sum fáir hava sæð fram til at átaka sær beint í løtuni, nú samráðingar eru millum feløgini. Føroya Fiskimannafelag hevur fingið nýggjan formann, og tað hava vit eisini. Teir, sum undan fóru, høvdu verið leingi í hesi “bransjuni” og vistu, hvørjum roknast kundi við. Kortini var ikki lætt at finna semjur, men oftast – fyri ikki at siga hvørja ferð - vunnu vit á mál. Hvussu verður nú, veit eingin, leggur hann aftrat.

 

Hevur góða tíð

Nývaldi formaðurin heldur, at soleiðis, sum formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur úttalað seg, sær tað eitt sindur dapurt út í løtuni.

- Samrøðan í Sosialinum í gjár er merkt av bombastiskum úttalilsum, sigur Viberg, sum leggur dent á, at Føroya Reiðarafelag fer ikki at reka samráðingarnar millum partarnar um bløð og aðrar tíðindamiðlar.

Viberg Sørensen og Jónsvein Knudsen, formaður og næstformaður í felagnum, hava sitið í nevndini í nøkulunda sama áramál.

Nú verða tað so í fyrsta lagi teir báðir, sum koma at mynda felagið úteftir.

Spurdur, hvørja tíð hann hevur til at átaka sær formansuppgávuna, sigur Viberg, at tíðin er eingin trupulleiki.

- Eg havi fingið góða tíð til hetta. Tað er sonurin Ragnar, sum førir Anitu í skifti við Leiv Ryggshamar í Vági. Tað eru nøkur ár, síðan eg var umborð á Anitu seinast. So leingi, sum tað gongur hjá teimum yngru, og teir hava hug at reka virksemið, er tað í fínasta lagi. Tá er eingin grund til at blanda seg.

Anita er garnabátur, og Viberg heldur, at tað hevur gingið hampiligt.

- Skipið fiskar havtasku og svartkalva. Fiskiskapurin eftir svartkalva hevur verið lakur seinastu árini, men í heyst hevur borið frægari til aftur, sigur hann.

 

Alt kann henda

Á fundinum millum nevndirnar í Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, sum verður klokkan 14.30 í dag, fara partarnir at tosa víðari um møguleikarnar fyri semju.

Viberg væntar kortini ikki, at semingsmenninir fara at snikka nakað semingsuppskot til í dag, tí til tess eru samráðingarnar komnar ov stutt.

- Royndirnar vísa, at tá ið tú ert til samráðingar, kann alt henda. Tað ber illa til at siga nakað frammanundan. Vit siga ikki, sum formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, at fáa vit einki burtur úr, so er eingin “góða mamma” – so verður verkfall! Vit tosa slett ikki um verkfall, meðan vit samráðast. Tað er ein spurningur, sum verður tikin upp, um partarnir ikki kunnu semjast, og veruleikin liggur á borðinum.

Viberg leggur dent á, at Føroya Reiðarafelag byrjar ikki nakrar samráðingar við at tosa um verkfall. Tað heldur hann ikki tænir nøkrum endamáli, og samráðingarnar eru ikki slitnaðar, so leingi partarnir tosa saman.

- Tað hevur ongantíð verið siðvenja millum partarnar at tosa um verkfall, næstan áðrenn tú sessast við samráðingarborðið, leggur hann aftrat.

 

Eingin viðmerking

Vit spurdu nývalda formannin í Føroya Reiðarafelag, hvat hann heldur, tað fer at merkja frameftir, at Føroya Fiskimannafelag hevur fingið nýggjan formann.

- Nei, tað kann eg einki siga um í løtuni, tí enn er hann so nýggjur. Eg kenni hann ikki til at kunna gera mær nakrar metingar um tað.

Viberg vísir á, at ígjøgnum mong ár sat Føroya Fiskimannafelag hinumegin borðið við Óla Jacobsen sum formanni.

- Tað var mangan ógvuliga tungt at vinna undir land, men Óli var ein dugnaligur og ógvuliga skilagóður formaður. Hann var ein maður, sum hevði fingurin á pulsinum og kendi øll viðurskifti í hesum partinum av vinnuni út í æsir. Tað var hansara sterka síða.

Nývaldi formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur tí, at tíðin má vísa, hvussu nýggi maðurin á Bryggjubakka fer at roynast.

- Vit vóna í hvussu er, at feløgini fáa eitt fruktargott samstarv.

 

Upp og niður

Viberg leggur dent á, at tað altíð gongur – og fer at ganga - upp og niður hjá ymisku pørtunum í fiskiskipaflotanum.

- Nøkur ár eru ávísir skipabólkar uppi á alduryggi, onnur ár eru teir í aldudali. Hetta hava vit so nógv dømir um. Tann, sum ikki veit og hevur upplivað tað, hevur fylgt ov illa við. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at verða.

Hann vísir, at í fleiri ár hevði rækjuskipaflotin tað gott, meðan pelagiski flotin hevði vánalig ár. Nú er vent. Flestu rækjuskip eru farin av knóranum, meðan pelagiski flotin hevur havt nøkur góð ár.

- Í løtuni vita allir menn, at fiskiskapurin er minkaður – ikki minst eftir toski, og ringast fyri í hesum eru línuskipini, sum í fleiri førum eisini hava ilt við at fáa manning. Hjá lemmatrolarunum gongur heldur einki serligt.

Viberg sigur, at meðan øktu fiskaprísirnir hava verið við til at hildið veiðivirðinum uppi, gongur nú sjón fyri søgn.

- Í seinastuni hava vit sæð, at veiðivirðið eisini minkar, og tá gevur hetta trupulleikar at reka skipini á forsvarligan hátt við teimum methøgu oljuprísunum, vit hava í løtuni.

 

“Eg hopi tað..”

At enda spurdu vit nývalda formannin í Føroya Reiðarafelag, um hann væntar, at partarnir í sáttmálatrætuni fara at finna eina loysn, so sleppast kann undan møguligum verkfalli í fiskiskipaflotanum?

- Tað dugi eg slett ikki at siga í løtuni. Eg vænti, at tað verður trupult, men eg hopi, at feløgini koma ásamt um nýggjan sáttmála í sátt og semju, tá ið avtornar, sigur Viberg Sørensen, nývaldur formaður í Føroya Reiðarafelag.