Viborg er framvegis ósigrað í European League

Jana Mittún og liðfelagarnir eru á fjórðingsfinalukós

Mynd: Eurohandball

Ársins ítróttanavn, Jana Mittún kundi ikki vera til staðar í Varpinum í Klaksvík ígjár fyri at taka ímóti stóra heiðrinum. 

 

Orsøkin var, at hon og liðfelagarnir í Viborg skuldu í dag spæla dyst í bólki D í EHF European League. Dysturin var á útivølli í Rumenia móti Corona Brasov.

 

Tað gekk framúr hjá Viborg, ið vann dystin 34-28. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. 

 

Rumenska heimaliðið hevði eina hampuliga favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, og tí er talan um ein flottan sigur hjá Janu og liðfeløgunum.

 

Jana skoraði trý mál, og hon legði upp til fýra mál (assist) í dystinum.

 

Viborg er ósigrað í kappingini, og er næstfremst í bólkinum við seks stigum fyri fýra dystir. Fremst er franska liðið, Dijon við sjey stigum. Corona Brasov hevur trý stig, og aftast er pólska liðið, Zaglebie Lubin við ongum stigi.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Viborg dyst á útivølli móti Zaglebie. Áðrenn tað verður dystur á skránni í bestu donsku hondbóltsdeildini. Mikukvøldið klokkan 18 spælir Viborg dyst á útivølli móti Bjerringbro. 

 

Mynd: Eurohandball