Hetta merkir, at skipaði kriminaliteturin í Danmark og aðrastaðni sær Føroyar sum ein møguleika at vinna skjótan og nógvan pening.
Tað sigur Michael Boolsen, fúti.
– Vit eru farin frá at hassj nærum er einasta rúsevni, sum er at finna í Føroyum, til at so at siga øll sløg av rúsevnum eru at fáa. Hetta merkir, at vit í 2025 hava lagt hald á stórar nøgdir av serliga hassji, men eisini øðrum rúsevnum sum amfetamin og kokain.
Tað segði á hátíðarhaldi í sambandi við nýggjársparolu hjá Føroya Politi, sum var í Havn 13. januar. Í Klaksvík 15. januar og á Tvøroyri 16. januar.
Í røðu síni, sum er endurgivin í Sosialinum hesaferð, tók Michael Boolsen, fúti, saman um 2025 har hann kom inn á, hvussu krimimyndin sær út í Føroyum.
– Krimimyndin lýsir í stóran mun uppgávur okkara. Vísir, hvat vit hava havt við at gera, og hvat vit kunnu vænta at skula fáast við næstu tíðina, segði Michal Boolsen, fúti.
Hann vísti á, at eitt øki, sum tekur alsamt meira arbeiði hjá løgregluni, er rúsevnisbrotsverk.
– Vit eru farin frá málum, sum snúgva seg um eitt kilo av hassji, sum vóru stór mál, til mál, sum nú verða framskundað og skjótt avgreidd og viðgjørd í rættinum.
– Vit eru farin frá at hassj nærum er einasta rúsevni, sum er at finna í Føroyum, til at so at siga øll sløg av rúsevnum eru at fáa. Hetta merkir, at vit í 2025, í serliga góðum samstarvi við Taks, hava lagt hald á stórar nøgdir av serliga hassji, men eisini øðrum rúsevnum sum amfetamin og kokain, segði fútin.
Tað eru ikki bert føroyskir brotsmenn, sum standa aftan fyri hesa smugling, men tað krevur eisini eitt føroyskt netverk fyri at fóta sær í Føroyum. Og føroyski rúsevnamarknaðurin er lukrativur, sigur fútin.
– Prísirnir eru í minsta lagi tríggjar ferðir hægri enn í Danmark, har meginparturin av teimum haldtiknu rúsevnunum koma frá.
– Hetta merkir, at skipaði kriminaliteturin í Danmark og aðrastaðni sær Føroyar sum ein møguleika at vinna skjótan og nógvan pening.
Tí er ikki bert samstarv millum stovnar í Føroyum, men eisini tætt samstarv við onnur politiøki og løgregluna í øðrum londum ein fortreyt fyri at tálma ólógliga virkseminum, segði fútin millum annað.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo við at logga við haldaranummarium.










