Viborg hevur framvegis einki stig í endaspælinum

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu eisini fimta dystin í endaspælinum

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld dyst á útivølli móti Ikast-Herning í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Talan var um fimta dystin og fimta tapið hjá Viborg í endaspælinum. 

 

Í kvøld taptu Jana og liðfelagarnir 27-33 fyri Ikast-Herning, ið var á odda 17-12 í steðginum.

 

Jana skoraði tvey mál og legði upp til trý mál hjá Viborg.

 

Viborg er aftast í bólki 2 við ongum stigi. Fremst í bólki 2 er Odense við níggju stigum. Ikast-Herning hevur átta stig, og liðið hjá Pernillu Brandenborg, Keypmannahavn hevur fýra stig.

 

Í morgin klokkan 17.30 tekur Odense móti Keypmannahavn, og skulu Pernille og liðfelagarnir hava nakran møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar mugu tær vinna á Odense í morgin.

 

Seinastu dystirnir í bólki 2 vera leiktir mikukvøldið 8. maj klokkan 19. Tá tekur Keypmannahavn móti Viborg á heimavølli, og Ikast-Herning tekur móti Odense.