Viborg tamdi aftur leyvurnar úr FCK

Fótbóltur: Todi Jónsson var óheppin beinanvegin, og mótstøðuliðið avgjørdi eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki

Viborg verður mett sum eitt av mest spennandi liðunum í superliguni. Eftir trilvandi byrjan í fjør komu teir rættuliga fyri seg, og nú verður ikki roknað við, at teir verða millum niðurflytara evnini.

Sunnudagin høvdu teir vitjan av FCK. Todi Jónsson, sum í einum venjingardysti í vikuni als ikki var við, tí hann hevði ein lítlan snudd, spældi við allar 90 minuttirnar, og tað kann hugsast, at alt hevði tørnað øðrvísi út, um føroyski landsliðsmaðurin hevði verið hepnari, tá hann eftir tríggjar minuttir fekk ein góðan møguleika, men tíverri vóru marginalirnir heldur ikki hesa ferð við, og bólturin fór omanfyri málið.

Í 1. hálvleiki, sum donsku fjølmiðlarnir ikki halda var serliga væl spældur, kom einki mál, og eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki legði heimaliðið seg á odda við tveimum málum. Í 65. minutti skoraðu teir úr spískum í høgru, og sekundvísarin var ikki komin eina ferð runt, tá tað stóð 2-0. Tað kann hugsast, at onkur í leguni hjá FCK í sambandi við seinna málið iðraði seg um, at teir ikki heldur høvdu valt at fáa Jákup Mikkelsen í málið í staðin fyri Michael Stensgaard. Málverjin tóktist ikki heilt sakarleysur, tá langskot úr 20 metrum tók tvørtræið og umvegis høvdið á málverjanum fór í málið.

Eftir stóra skelkin tveitti FCK alt fólkið fram. Saman við Toda var David Nielsen í álopinum alla tíðina. Thomas Thorninger, sum plaga at kappast við teir báðar, var leikbannaður. Clement Clifford, sum er fjórði álopsmaðurin, varð skiftur inn fyri ein miðvallara, og tað eydnaðist FCK at minka um munin, tá 72 minuttir vóru farnir. David Nielsen, sum annars var sera illa upplagdur, stútaði innlegg úr høgru í handara síðunetið. Í síðsta minuttinum hevði FCK trý hornaspørk, m.a. fingu teir eitt, tá skotroynd frá Toda Jónsson varð blokerað uppum málið, men tað spurdist ikki meiri burturúr enn nær við og næstan.


Gekk sum væntað

Burtursæð frá sigrinum hjá Herfølge, sum fyri fleiri var óvæntaður, so vóru úrslitini í fyrsta umfarinum í hesum leikárinum á leið, sum roknað var við.

Í vikuskiftinum var nýggja føroyska felagið í superliguni, AGF, í høvuðsstaðnum, har teir í Gladsaxe taptu 1-0 móti AB. Leygardagin var Lyngby í Brøndby. Dysturin varð framskundaður, tí Brøndby í annaðkvøld skal spæla í innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini. Brøndby vann 1-0.

Kanska var tað ikki óvæntað, at Silkeborg, sum hevur fingið fyrrverandi FCK venjaran, Benny Johansen, at loysa Sepp Piontek av, skuldi vinna í Vejle, men tað mundi koma óvart á fleiri, at teir skuldu vinna heili 4-0.

Í gjárkvøldið varð síðsti dysturin í fyrsta umfarinum spældur. Av mongm varð hetta mettur at vera mest forvitnisligi dysturin. Odense og Esbjerg hava verið millum størstu fótbóltsbýirnir í Danmark. Esbjerg, sum í seksti árunum vann fleiri DM heiti, hevur ikki havt undanvind í fleiri ár, og teir hava verið langt niðri í røðini, men nú eru teir so at siga komnir uppá pláss aftur, og teir ætla sær ikki at flyta niður aftur.

Tað var sera óvæntað, at OB í fjør flutti niður. Teir vunnu næstbestu røðina við ein glans, og í gjøarkvøldið skuldu teir royna seg í Esbjerg, og har roknaðu teir við nógvum áskoðarum. Í vikuskiftinum var áskoðaratalið hægst í Brøndby. Leygardagin vóru omanfyri níggju túsund og hugdu at.