Jana og liðfelagarnir taptu fyri Aarhus

Jana Mittún legði aftur upp til nógv mál í dag

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í dag dyst í bestu donsku hondbóltsdeildini á útivølli móti Aarhus.

 

Aarhus vann dystin 26-23. Heimaliðið var frammanfyri 14-13 í steðginum.

 

Tað gekk ikki so væl við málskjótingini hjá Janu í dag. Jana skoraði tvey mál upp á 10 málroyndir. Hinvegin legði Jana upp til seks mál (assist), og hon hevur higartil í kappingini heili 80 assist, ið er tað triðmesta í bestu donsku deildini.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 24 stigum fyri 19 dystir.

 

Týskvøldið klokkan 19 taka Jana og liðfelagarnir á heimavølli móti Pernille Brandenborg og liðfeløgunum í Keypmannahavn. Keypmannahavn er tvey stig aftanfyri Viborg, og er nummar seks í deildini við 22 stigum.