Longu í 1883 varð fyrsti elektroniski vibratorurin uppfunnin av bretska læknanum Dr. Joseph Mortimer Granville. Ætlan hansara var tó ikki at hugna um kvinnurnar, men at viðgera tær fyri hysteri. Eitt brek, sum eftir øllum at døma ofta rakti einkjur, ógiftar kvinnur og nunnur.
Vibratorurin varð beinanvegin víðagitin millum læknar og sálarfrøðingar, sum viðgjørdu kvinnum við at massera klitoris – við góðum úrsliti sjálvsagt.
Tá amerikanski filmsídnaðurin fór at nýta vibratorin í erotiskum filmum í 20unum, kundi viðgerðarhátturin tó ikki longur verjast av heilsuávum, og ævintýrið hjá læknunum og hysterisku kvinnunum var av.
Í dag eru vibratorar at fáa í alskyns støddum og litum, fjarstýrdir og vatntættir – bæði til gleði og gagn!