Victor – ein Guds profetur úr Søldarfirði

Tá standmyndin av Victori Danielsen varð avdúkað í Fuglafirði sunnudagin, helt Zacharias. Zachariassen fyrilestur um henda megnarmannin. Í hesum blaðnum kemur fyrri partur av fyrilestrinum

Eftir áheitan frá mentanar­nevnd­ini og standmyndanevndini í Fuglafjarðar býráð, sum eg takki hjartaliga, er tað mær ein heiður á hesum merkisdegi, at halda ein stuttan fyrilestar um merkismannin, mentamannin og trúboðaran, Victor Danielsen, sála, hvørs minnisvarði í dag er vorðin avdúkaður. Hetta, sum eg skal siga, verður eyðvitað bert ein lítil og ófullfíggjað mynd ella lýsing av hesum stórmenni.

Fyrrverandi mentamálaráðharri, Jógvan á Lakjuni, tekur soleiðis til um abba sín, Victor:

„Ein av teimum monnum, ið altíð fara at verða goymdir í søguni her á landi, er Victor Danielsen. Hann var ein av teim­um, ið gav alt lívið fyri hugsjónir sínar, tær hugsjónir, hann sum blaðungur fekk. – Og úrslitið sæst eftir hann. Hóast hann alt lívið var nívdur av likamligum veikleika, og hóast mótstøðu, so var hann ein ótroyttiligur arbeiðsmaður í Harrans víngarði. Hann fór undir og helt á at stríð­ast fyri tað, sum hann hevði sæð at vera tað størsta her í lívinum: at tæna Jesusi Kristi, sum bjargaði honum frá ævigum dómi.“

Lat meg byrja við at siga, at eg hevði tann framíhjárætt í barna- og ungdómsárum mínum, at kenna og hoyra Victor Danielsen. Hann vitjaði stundum inn á gólvið í barnaheimi mínum í Gøtu. Tað var við stórari virðing, tú eyg­leiddi henda mann og lurtaði eftir hvørjum orði, hann segði. Ikki minst, tá ið hann haltandi fór upp á talarapallin og helt sínar magnfullu røður.

Seinastu ferð, eg tosaði við Victor, var meðan eg var heima í summarfrí í 1960 frá skúlanum, har eg las í Onglandi, og vit høvdu brævaskifti til tríggjar mánaðir, áðrenn hann doyði – á kyndilsmessu í 1961.

 

Barnaárini

Victor Danielsen var føddur 28. mars 1894 í Søldarfirði. Foreldur hansara vóru Dánjal Jacob Daniel­sen, sýslumaður og Anna Malena Weihe. Hann var yngstur av 7 systkjum. Mamma hansara doyði, tá ið hann bert var eina viku gamal.

Í móður stað kom fastir hansara Lina, sum kom í húsið, meðan hann var heilt lítil. Hon elskaði henda lítla drongin, ið henni varð litin í hendur. Victor sigur sjálvur soleiðis frá í eini talu:

„Eg minnist, tann gamla pápa­systir mín, sum var mær í móður stað – eg gjørdist móðurloysingur, tá ið eg varð føddur – hon segði fyri mær, at einaferð, tá ið eg var ógvuliga lítil – tá var ikki so lætt at koma til lækna sum nú – eg varð so ógvuliga sjúkur; og ikki sá betur út, enn at tað mátti vera lungnabruni. Hon visti hvørki út ella inn ta einu náttina. Tað sá út, sum eg skuldi doyggja; og hon rópti til Gud. Hon var einslig: og tað einasta, sum hennara hjarta hekk við fram um alt á jørðini, var hetta lítla barnið, sum hon hevði fingið at taka sær av.

Hon rópti til Gud. Og hon helt fast uppá allar sínar dagar, at hon merkti, at ein eingil kom inn í stovuna og stakk nakað í munnin á mær.

Alt hetta, kæru vinir, hevur bitið seg fast í mítt hjarta...”, segði Victor.

Victor var spardur!

Hesin smádrongur skuldi seinni ikki bert hava veldiga ávirkan á samtíð sína, men eisini seta so djúp spor eftir seg, at tey aldri fara at kámast burtur her heima á landi. Navn hansara stendur rist inn í tjóðskaparsøgu- eins og kirkju- og samkomusøgu Føroya fólks.

Victor vaks so upp og var heldur veikur likamliga, men hann var vitugur og ógvuliga næmur. Hann sigur frá, at einaferð, tá ið hann 8 ára gamal, var og vitjað fastur sína Onnu á Strondum, sum var gift við Bartal Gjærdum, hevði Bartal fragd av at biðja Victor bera fram eitt heilt kvæði uttanat, sum hevði samfull 80 ørindi. Tað stóð ikki á! Hann hevði sjálvur lisið sær tað til longu so ungur.

Í barnaheimi hansara var ein donsk myndabíblia, sum hann hugtikin mangar ferðir sat og blaðaði í. Eisini mintist hann, at pápin – tó at hann einki mál hevði – altíð sang ein ella annan danskan sálm. Hesi barnaminni sukku niður í sálina á hesum unga smádrongi, sum seinni skuldi geva fólki sínum føroyingum Bíbliuna á móðurmálinum og læra tey at syngja lovsangir Harrans á teirra egna tungumáli.

 

Á læraraskúla í Havn

Victor var, sum nevnt heldur veikur, men hevði góðan hug til bókina, og Lina, fastir hansara, ávirkaði hann nógv til, at hann í 1911 fór til Havnar á læraraskúla. Hon helt, at tað var tað, ið hann best var egnaður til. Og so var!

Í 1914 fekk hann læraraprógv við besta karakteri. Á lærara­skúlanum hevði hann Jákup Dahl til lærara í føroyskum, og prósturin gav hesum unga manni gætur og hevur tikið til, hvussu stívur hann var í føroyskum. Hann hevði eisini skaldskaparligar og bókmentaligar gávur, og við tað at hann eisini hevði óføran arbeiðshug, vóru her bestu líkindi til, at Gud kundi nýta hann til at skapa framburð í virki sínum millum føroyingar.

 

Verður umvendur

Hesa tíðina í Havn varð hann vaktur andaliga og kom í stóra sálarkreppu og djúpt andaligt myrkur. Hetta var um heystið 1913. Í eini talu, sigur hann, at hann hevði verið á einum fráhaldsfundi uppi undir Varða, og har tók Arthur Brend, trúboðari, orðið, og Victor sigur:

“Eg føldi, at har vóru boð til mín. Og hetta var ein tann fyrsta ferðin, eg føldi, at “Harrin fer vist at kalla á teg. Harrin hevur nakað gott til tín.”

Í eini aðrari talu sigur hann: “Tá ið eg kendi, at Harrin kallaði meg og vildi hava meg at koma til Sín, rætti eg mínar veiku hendur út. Og tá kom eg í eitt ræðuligt stríð.”

Hann kom í samband við heimamissiónina, og serstakliga við danan, Ryving Jensen, og Victor greiðir soleiðis frá:

“Tann maðurin – ein danskur maður – sum Gud reisti mær til hjálpar, keddist aldri at vitna fyri mær og troysta hjarta mítt við orðinum um Golgata kross.” Mangan tók Victor til orðini, ið hesin Ryving Jensen ta einu ferðina segði við hann, har hann sat og græt: “Hesin ungi maður verður einaferð glaður!” Og so varð, sum Victor eisini sigur frá: “Tá ið eg sá ljósið í Kristusi og kom til frið í trúnni á Hansara navn, varð eg fullur av gleði, sum eg ikki kann siga frá.”

 

Gerst lærari og fer at prædika

Victor var síðani lærari á Glyvr­um og í Søldarfirði í nakrar mán­aðir, men hann kendi, at Harrin kallaði hann at siga hetta starv frá sær og geva lív sítt í tænastu Hansara. Honum vóru boðin betri lærarastørv, men av samvitskuávum, tók hann ikki av. Serliga var prósturin á Nesi harmur um, at hann ikki vildi halda fram sum lærari.

Victor nevnir, at tá ið hann varð umvendur í Havn í 1914, legði Harrin honum á hjarta at fara heim til síni egnu og vitna um stórverkini, ið Harrin hevði gjørt fyri hann. Hetta gjørdi hann við íðinskapi og eldhuga.

At byrja við las hann lestur í skúlanum í Søldarfirði, har hann starvaðist, tí ungur sum hann var, kendi hann seg óbúnan at tala sjálvur. Men skjótt kom røringur í, og fleiri komu til umvendingar. Tá ið so Victor ikki fekk loyvi at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni, har vekingin helt fram.

Hann og fleiri við honum, sóu út frá skriftunum, at tað var rætt at lata seg doypa, nú tey vóru komin til trúgv sjálv. Hetta var í 1916. Tey vórðu doypt niðri á sjónum, inni við Trøllaklett.

Um hetta mundið byrjaði Victor at virka saman við brøðra­sam­komunum og ferðast um alt landið.

Hans bóndi í Søldarfirði, sum kom til trúgv og seinni gjørdist verfaðir Victors, plagdi at siga:

“Hvør skuldi hugsað, at okkara lítla bygd skuldi fostra ein slíkan Guds profet sum Victor!”

 

Flytir til Fuglafjarðar

Victor giftist í 1920 við Henrikku Malenu Olsen, dóttir Hans Olsen (Hansbónda) og Mariu, f. Jacobsen. Tey fingu 9 børn. Rikka doyði sum kunnigt 100 ára gomul í 1997.

Tey búðu í Søldarfirði til 1928, men fluttu so higar til Fugla­fjarðar.

Tað fór soleiðis fram, sum Óli Jacobsen nýliga hevur skrivað um í “Sosialinum”:

“Hjúnini Oluffa og Petur Bærent­sen høvdu umleið í 1924 bygt eini hús í Fuglafirði, sum hýstu gamla Siloa. Tey vórðu nýtt sum sethús og til at halda møti í. Oluffa var úr Fuglafirði, meðan Petur var suðuroyingur, og førdi skip har suðuri. Í 1928 flutt tey suður til Tvøroyrar at búgva, og tey seldu húsini í Fuglafirði.

Tá keypti Niels Holm (ein av brøðrunum í Ebenezer í Havn) saman við onkum øðrum, gamla “Siloa”, og spurdi Victor Danielsen, um hann ikki vildi flyta til Fuglafjarðar at búgva í hesum húsunum og føra arbeiðið í “Siloa” víðari. Victor flutti tá úr Søldarfirði til Fuglafjarðar. Victor og Rikka búsettust soleiðis við fýra teimum elstu børnunum í “gamla Siloa”, har trý tey næstu børn teirra vórðu fødd.

Tá ið Victor byrjaði at halda møti í “Siloa” í 1928, vóru tey bert seks tilkomin fólk, ið reglu­liga savnaðust har – Rikka og Victor íroknað. Í 1933 bygdi Victor nýggj sethús (við Gjógvará), har tvey tey yngstu børnini vórðu fødd.”

Gamla “Siloa” varð, sum kunn­igt, selt til kommununa í 1995, og nøkur ár seinni tikið niður. Nú hevur kommunan hampað og prýtt grundøkið og reist minnis­varða av Victor Danielsen á hes­um søguliga staði, har Victor og Rikka fluttu inn fyri júst 80 árum síðani!

 

Trúboðanarvirkið

Trúboðanarvirki Victor Danielsens var aðaltátturin í lívi hansara og fevnir yvir eitt tíðarskeið upp á umleið 44 ár. Victor ferðaðist kring allar oyggjarnar við gleði­boðskapinum, og vitjaði hvørja einastu bygd, uttan kanska eina. Vegasambandið og samferðslan vóru vánalig tá á døgum og hann mátti ganga um fjøll til mangar bygdir. Gongumaður var hann ikki, tí hann hevði veik bein, men í sál hansara brendi ein eldur fyri evangeliinum, sum eingin kundi forða. Hann sigldi nógv við trúboðanarbátunum “Sendiboðnum” og “Stórafjalli”, og á hesum ferðum talaði hann ofta fleiri ferðir um dagin alt summarið. Samstundis hevði hann við hvørt handrit av Bíbliuni við sær á hesum ferðum til rættlestur.

Victor var framúr góður røð­­ari og kundi stundum vera hvass­orðaður í talu og skrift. Onkur hevur sagt, at hann ta fyrstu tíðina kundi minna um Søren Kirkegaard.

Petur Háberg málber seg soleiðis: “Hann var eisini í blað­stríði við menn, ið høvdu aðra áskoðan á læruspurningar, og tað var einki himpr, tá ið hann førdi sjónarmið síni fram. Hann var sera vitugur, hittinorðaður og fyndugur, og tá ið hann fór í hernað móti innantómum kristin­dómi, hykli og gudiligum lótum, var hann ikki at spæla við. Við væl broddaðum orðum skákaði hann lættliga menn, sum hildu um seg sjálvar, at orð teirra vóru fólkinum lóg, hvussu lítið teir so høvdu á at standa.”

Victor var, sum danir siga, maður, ið hevði “sine meningers mod”. Tessvegna var hann ofta misskiltur, háðaður og lutvíst forfylgdur ta fyrstu tíðina.

Tá ið hetta er sagt, skal sam­stundis sigast um Victor, at hann var av hjartaligastu monnum, samkenslufullur, lítillátin, kenslu­samur og eymur, bæði sum evangelistur og samkomuhirði, og ikki minst sum húsfaðir.

 

Bókmentaliga avrikið

Hesa løtuna, sum eftir er av hesum fyrilestri, skal eg royna at lýsa ein sera týðandi tátt í lívi Victors, og tað er: Bókmentaliga avriki hansara:

Í minningarorðum sínum um Victor tók Maurentius Viðstein m.a. soleiðis til:

“Victor Danielsen hevur verið okkara móðurmáli mikil stuðul. Øll tann bókarøðin, ið hann hevur skrivað, týtt og givið út á prenti, allir hansara sangir og sálmar, sum hann hevur yrkt og týtt, og týðingin av Bíbliuni, siga ikki bert frá hansara arbeiðshugi, men eisini frá hansara tokka til móðurmálið.”

 

Vit taka fyrst sang­irnar og sálmarnar

Fyrsti sangur, ið Victor týddi, var sangurin: “Tá ið hvør skuggi burtur er horvin...”, og tað var í 1917. Eftir hetta kom eitt veldigt skaldsligt verk frá hondum hansara. Eggjaður av Jensi av Reyni, týddi og yrkti hann fleiri sangir og sálmar, og um jóltíðir í 1920 kom fyrsta sálmabókin, nevnd “Sálmar”, út við 85 sálmum í 1000 eintøkum. Fólk fagnaðu henni, og skjótt var hon uppseld. Tvey ár seinni kom hon í øktari útgávu, nú við 121 sálmum.

Í Kirkjubø tóku teir hesa bók inn í sína gomlu kirkju eitt skifti, og menn innan Heimamissiónina vildu fegnir nýta hana. Kring oyggjarnar ljómaði nú hin føroyski sangurin, og umborð á skipunum vórðu hesir sangir og sálmar sungnir lysitiliga og av fullum hjarta.

Síðani komu fleiri útgávur, til í 1952, tá ið allir hesir mongu nýggju og gomlu sangir vórðu savnaðir í eina bók við 1125 sálmum og sangum. Victor hevði týtt út við 900 av teimum og yrkt 27 sjálvur.

M.A. Jacobsen skrivaði: “Eins og Jákup Dahl, dugir V. Danielsen frálíka væl at handfara føroyskt mál, og tað er ivaleyst, at tey verk, ið hesir menn hava úr hondum greitt og starvast við, vilja verða til størsta bata fyri fólk okkara.”

Christian Matras skrivaði í Varðanum:

“Stóran málsligan týdning hava tær bøkur við føroyskum sálmum, sum brøðrasamfelagið (baptistarnir) geva út, tí hesir sálmar hava verið sungnir av fólki okkara úr øllum trúarfeløgum. V. Danielsen hevur yrkt og týtt flest allar sálmarnar, og tað er einki yvir at dylja, at hesin maður hevur sjáldsamar skaldsligar gávur.”

P.W. Háberg skrivar:

“Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað aftur her: Tað var gott, at tað var ein maður við sonnum skaldagávum, sum fór undir hetta verk av fyrstan tíð, og ikki evnaleysir rímsmiðir.”

 

Síðani eru tað bøkurnar hjá Victor

Fyrsta bókin, ið Victor týddi var “Hin trúfasti lovarin”, sum kom út í 1923, seinni givin út undir heitinum “Gud er trúgvur”. Gjøg­­num árini komu síðani hvør eftir aðra útvið 20 bøkur, til 1961, tá ið Victor doyði. Tvær teirra vóru skaldsøgur hansara “Aðru ferð” og “Nei, lyftið sveik ikki”. Allar hesar bøkur eru nú endurprentaðar, summar fleiri ferðir. Í 1964 kom bókin “Frelsari mín”, endurprentað í áttatiárunum, og í 1992 “Talur eftir Victor Danielsen”.

M.S. Viðstein skrivar:

“Jú, Victor Danielsen hevur fingið nógv av skafti, ja, so nógv, at mangir, ið meira hava lært, røkka honum ikki til kníggja...”

“Ja, Victor útinti avreksverk í lívi sínum við at nøra um okkara áður so tannleysa føroyska bókaheim...

Til tað allarseinasta arbeiddi hann við at fáa okkum føroyskar bøkur, hóast hann var stórliga heilsubrekaður. Hann var eitt satt arbeiðsjarn, og vit føroyingar eiga at minnast hann í takksemi fyri allar bøkur hansara, ið eru bæði til hugnaligan lesnað og til prýði á hvørjari føroyskari bókahill...”

 

Seinast er tað Bíbliutýðingin

Fyrsta roynd at týða partar av Bíbliuni til móðurmál okkara var, tá ið Johan Hendrik Schrøter í 1823 týddi Matteusar evangelium til føroyskt.

Í 1878, 55 ár seinni, gjørdi J. P. Gregoriussen eina roynd og týddi fyrsta kapittul av Markusar Evangelium, í 1895 fyrra Pæturs­bræv, og í 1911 týddu hann og V. U. Hammershaimb Hásongin.

Í 1900 kom Bíbliusøga út á føroyskum eftir Jógvan Poulsen, lærara á Strondum, og í 1908 kom Jóhannesar Evangelium út í týðing A.C. Evensens, prósts. Henda útgáva varð fingin í lag av Arthur Brend, trúboðara, og stuðlað fíggjarliga av brøðra­samkomunum.

Fyrst í tjúgunum fór Jákup Dahl, próstur, sum verður mettur at hava verið ein av okkara mætastu málkønu monnum, undir at týða Bíbliuna, - fyrst Sálmarnar, sum komu út í 1921, so Matteusar Evangelium í 1923, Markusar Evangelium í 1924, Lukasar Evangelium, Orðatøkini og Prædikaran í 1926, Ápostlasøguna og hini almennu brøvini í 1928, Paulusar brøv, Hebrearabrævið og Opinberingina í 1930 og Jóhannesar Evangelium í 1936. Alt hetta kom út so við og við yvir eitt langt tíðarskeið og í so smáum uppløgum, at tað als ikki nøktaði tann almenna tørvin. Tað mesta av hesum gav Jákup Dahl út sjálvur á forlagi Varðans. Men í 1937 gav danska Bíbliufelagið út alt Nýggja Testamenti savnað í týðing Dahls. Sostatt var tá enn bert ein triðingur av allari Bíbliuni týddur til føroyskt og einki røktist fyri, at øll Bíblian kom út í bræði.

Jákup Dahl doyði í 1944.

 

GG. Seinni partur av fyrilestrinum hjá Zachariasi Zachariasen kemur í komandi Vikuskiftið. Tá verður nortið við týðingina av Bíbliuni, sum var teim flestu til gleði, men sum samstundis elvdi til hvast orðaskifti í bløðunum.