Victoria Beckham sigur nei til Spice Girls-comeback

Leysasøgur hava verið um, at kendi tónleikabólkurin, Spice Girls, fór at spæla til byrjunarhátíðarhaldið av OL í London. Men hetta sær út til at verða av ongum.

 

4 av teimum 5 limunum í fyrrverandi bólkinum, Mel B, Mel C, Geri Halliwell og Emma Bunton hava allar góðan hug til at spæla. Men trupulleikin er, at nokk tann kendasta av teimum øllum, Victoria Beckham, ikki hevur hug at byrja aftur. Og bólkurin fer ikki at byrja at spæla aftur, uttan so, at allar 5 eru við.

 

- Victoria hevur nógv at gera í løtuni. Tískil hevur hon ikki sagt ja, sigur ein kelda.

 

Tó er tað ikki eitt endaligt nei frá Victoriu. Victoria sigur, at um maður hennara, David Becham, sleppur á enska OL-landsliðið, so er tað ein møguleiki fyri, at hon tímir.

 

Óansæð hvat, verður nokk at hoyra frá Spice Girls í framtíðini. Ein ensk “Musical” verður gjørt í London. Hon snýr seg um yrkisleiðina hjá bólkinum. Allar 5 kvinnurnar fáa eitt beløb (rættast) av peningi, av tí, at navn teirra verða brúkt í tónleikasjónleikinum.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð

Kelda: eb.dk