Við rúsevnum í blóðinum er eingin toleransa

- Tá talan er um koyring og alkohol, er hámarkið 0,2 promilla, men við rúsevnum er einki hámark, tí her er eingin toleransa, sigur løgreglan.

Tá løgreglan í nátt hevði eitt málrættað átak í norðurøkinum, sum fevnir um Eysturoynna og Norðoyggjar, vórðu tvey mál skrivað.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at annað málið snúði seg um ein persón, sum varð tikin fyri at koyra ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.

 

Í slíkum føri er talan gjarna um rúsevni ella heilivág, og her er, sum vaktleiðarin málbar seg, 0-toleransa. 

 

- Tá talan er um alkohol, er hámarkið 0,2 promilla, men við rúsevnum er einki hámark, tí her er eingin toleransa, sigur vaktleiðarin.

 

Í átakinum hjá løgregluni í nátt varð eisini eitt mál skrivað fyri lyktafeil, og her fekk ein bilførari bót, tí lyktirnar ikki vóru í lagi.