Við tjóðveldisflokkinum í 21. øld

Hví skal alt ljósið í landsuðri liggja?

Heldur vit runt í alla havsbrúnna hyggja.

Hesi orð eigur hvør føroyingur at hava í huganum, nú tað stundar til løgtingsval. Føroyska tjóðin hevur livað í einum hugaheimi, har samfelagið skuldi vera trygd borgaranna, her vinnulívið skuldi mennast og samfelagið skuldi gerast meira sjálvstøðugt búskaparliga.

Men hvørt mansbarn hevur merkt tað á egna kroppi, at hetta var ein falskur tryggleiki. Vit hava livað í einum ótryggum og ábyrgdarleysum samfelagi.

Orsøkin er einfalt tann, sum tjóðveldisflokkurin frá fyrsta degi hevur boðað frá. Hendan samfelagsskipanin, vit liva undir, er óálítandi. Fáir ella eingir føroyingar, ei heldur nakar dani, hevur álit á heimastýrisskipanini.

Tvinnar eru gøturnar, onnur førir til frælsi, hin til ófrælsi. Í 1946 tóku føroyingar fyrsta stigið til loysing, »tjóðarfrælsi«. Tá á stóð lupu flestir ábyrgdarmenn frá og tí fingu vit hesa óbrúkiligu heimastýrislógina.

Nú er at taka næsta stigið. Tjóðveldisflokkurin hevur boð upp á ta demokratisku leiðina. Løgtingið samtykkir lóg um at seta eina grundlógarnevnd við tí eina endamáli at gera uppskot til eina grundlóg fyri Føroyar.

Tað kann vera, at teir flokkar, sum alla seg sjálvstýrisflokkar við samríki í huga, fáa ein trupulleika her. Tí nú skulu teir sanna og sýna, at nakar vilji og meining er í teirra hugtaki, tjóðarfrælsi. Politisk frælsi í Føroyum er ikki til undir donskum stjórnarvaldi. Tí mugu vit fyrst taka tað politiska frælsið og so sam-ráðast á jøvnum føti við donsku stjórnina, har gjørt verður upp landanna millum.

Givið er at danir hava ikki bert goldið fyri føroysku fólkasálina. Hvat fingu teir og fáa teir fyri hernaðarútgerðina her á landi? Samhandilin millum londini hevur ikki bara verið til fyrimuns fyri føroyingar. Luftrúmið yvir Føroyum og landgrunni okkara eiga vit. Hvussu nógv eiga vit til góðar her? Jú spurningarnir eru nógvir og nógv skal gerast upp millum londini.

Eingin ivi skal vera um, at Tjóðveldisflokkurin vilh ava samstarv út um landamarið, bæði við Danmark og onnur lond. Sum ein fræls tjóð, komu Føroyar at gerast limur í ST. Har koma føroyingar at ganga undir somu treytum sum Danmark og onnur lond. Tað er júst í ST, at Danmørkin sjálvboðin er gingin undir tær treytir at menna síni hjálond til sjálvstýri, hvørt tað kostar teimum nógvan pening ella ikki. Og so kann javnaðarflokkurin gera gjøldur burtur úr hesum treytaða sáttmála sameindu tjóða sum honum lystir.

Fólkaflokkurin tykist hava funnið loysnina hjá íslendingum frá 1918. Ein samríkissáttmála (ella eina sambandslóg um aftur). Tá føroyingar tóku støðu í 1946 um at her á landi skal alt vald liggja og eingin fólkaatkvøða hevur verið aftur um tað mótsatta, so er bert eftir at gera grundlógina fyri Føroyar. Tjóðveldisflokkurin er til reiðar. Vit bjóða øllum sjálvbjargnishugaðum til samstarv um Framtíð Føroya. Vilt tú byggja land saman við okkum?

Hvørki Javnaðarflokkurin ella Fólkaflokkurin við sínum nýggju samríkis, tað er sambandslógum, ei heldur gamla sjálvstýrið við sínari fólkaatkvøðu um hvat? vísa á hvat skal henda og hvussu fíggjarlógin sær út aftan á teirra stig eru tikin. Hví?

Einasti flokkur, sum torir við sonnum at siga sína greiðu støðu og í dag hevur eitt veruligt alternativ til framtíðar Føroyar, er Tjóðveldisflokkurin. Tí kunnu vit av sonnum bjóða tí føroyska veljaranum at fylgjast við okkum inn í 21. øldina.

Vel tí Tjóðveldisflokkin.


Elis Poulsen