Video: 07Vestur mátti lúta fyri AB

1. deildarliðið hjá AB vann í dag 2-0 á útivølli ímóti 07Vestur

 

Dysturin varð spældur í Sandavági, og í fyrra hálvleiki gekk rímiliga javnt á. Heimaliðið hevði í løtum munin i spæli, men fáir kjansir vóru.

Í seinna hálvleiki blivu fleiri kjansir, og AB hevði eina góða løtu yvirvág í spæli. Tað vóru eisini teir, ið skoraðu til 1-0 eftir at 07Vestur misti bóltin á egnari hálvu.

07Vestur royndi at vinna seg inn í dystin aftur og hevði onkrar góðar kjansir, men dysturin varð avgjørdur móti endanum, tá ið AB skoraði við góðum langskoti.

Omanfyri ber til at síggja mál og kjansir úr dystinum.