VIDEO: Adrian tryggjaði Hillerød javnleik móti toppliði

(Video) Síggj málini frá dystinum Esbjerg-Hillerød 1-1 (1-1)

Mynd: Hillerød

Adrian R. Justinussen skoraði í dag áttanda málið fyri Hillerød í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Harumframt hevur Adrian skotið eitt mál í donsku steypakappingini.

 

Hillerød megnaði í dag javnleik 1-1 móti toppliðnum, Esbjerg á útivølli.

 

Esbjerg legði seg á odda longu í 10. minutti, men 14 minuttir seinni var Adrian hegnisliga spældur fríur í brotsteiginum hjá Esbjerg, og hann tók av og setti bóltin í netið. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og so fekk Hillerød eitt stig við sær aftur til Sælands.

 

Daniel Johansen byrjaði eisini inni fyri Hillerød.

 

Hillerød er nummar níggju í deildini við 13 stigum.

 

HER  ber til at síggja málini frá dystinum.

 

Hørður H. Askham byrjaði inni, tá lið hansara, Roskilde tapti 0-2 fyri HB Køge á heimavølli.

 

Útiliðið legði seg á odda í 16. minutti, og teir staðfestu sigurin tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Roskilde er næstaftast í deildini við bert fýra stigum.

 

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge sat ígjár á beinkinum, tá lið hansara, Fredericia vann 3-0 (2-0) á B93 á heimavølli.

 

Fredericia er næstfremst í deildini við 22 stigum. OB er langt fremst við 31 stigum.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Hillerød móti Vendsyssel á heimavølli. Sama dag klokkan 17.30 spælir Roskilde dyst á útivølli móti Hobro. Komandi leygardag klokkan 14 tekur Fredericia móti AC Horsens á heimavølli. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Hillerød