VIDEO: Áki hevði eitt dundurskot á stongina

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Örgryte-Mjällby 0-3 (0-1)

Áki D. Samuelsen var 83 minuttir á vøllinum, tá Mjällby í útidysti í bólki 1 í svensku steypakappingini, í útidysti á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg vann greiðan 3-0 sigur á Örgryte.

 

Jeppe Kjær legði Mjällby á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Mjällby økti til 2-0 við einum sjálvmáli í 62. minutti, og stutt undan dystarloki staðfesti Romeo Leandersson sigurin.

 

Við støðuna 1-0 hevði Áki eitt dundurskot á stongina, ið hevði uppiborið eina betri lagnu.

 

Mjällby er fremst í bólkinum við fullum stigatali, seks stigum. Teir hava enn ikki latið eitt mál inn.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Örgryte-Mjällby 0-3 (0-1). Áki sæst við nummar 23 á rygginum:

 

##med2##