Eurohandball - YouTube-rásin hjá EHF - hevur valt fimm tær bestu málmansbjargingarnar í seinasta og avgerandi umfarinum í U20-EM endaspælinum í manshondbólti, ið hevur verið í Porto í Portugal.
Føroyski málverjin, Alexandar Lacok sum hevði eina duppultbjarging tíðliga í dystinum um 9. plássið móti Slovenia. Fyrst bjargaði Aleksandar einum brotskasti. Slovenski brotskastsskjútti fær returin og meddar aftur móti málinum, men Alaksandar bjargar aftur hegnisliga.
Hesa duppultbjargingina hevur Eurohandball valt at vera tann besta bjargingin í tí avgerandi umfarinum.
HER síggjast fimm tær bestu bjargingarnar sum Eurohandball hevur valt frá avgerandi umfarinum:
##med2##