Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock eru nú ósigraðir í fimm teimum seinastu dystunum í bestu pólsku fótbóltsdeildini, og eru teir næstfremst í deildini við 25 stigum fyri 13 dystir. Fremst er Gornik Zabrze við 29 stigum fyri 14 dystir.
Í kvøld vann Wisla Plock á Ogden leikvøllinum í Plock 2-0 á Pogon Szczecin. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk Pogon Szczecin heimaliðið á sigurskós við at gera sjálvmál. Seinni hálvleikur var 11 minuttir gamal, tá spanski miðvallarin, Dani Pacheco økti til 2-0.
Andrias fekk 7,2 í karakteri (av 10 møguligum) frá Soccerstand/Flashscore fyri sítt avrik í kvøld.
Komandi leygardag klokkan 16.30 spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Motor Lublin.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Pogon Szczecin 2-0 (1-0):
##med2##











