TRÝST á HESA leinkjuna: http://www.visir.is/g/2017170719734/fyrirlidi-vikings-fretti-ad-gunnar-nielsen-er-byrjadur-ad-vinna-i-fyrsta-skipti-a-aevinni
og síggj og hoyr eitt innslag, sum íslendska sjónvarpsstøðin, Støð2 hevur gjørt undan norðuratlantiska meistaramøtinum millum FH og Víking á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Ein dystur, sum byrjar klokkan 20.15 í kvøld. Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2.
Í innslagnum verður eisini prátað við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen. Í samrøðuni kemur Atli Gregersen við einum lítlum priki til málverjan hjá FH, Gunnar Nielsen um, at hann hevur hoyrt, at Gunnar fyri fyrstu ferð í lívinum er byrjaður at arbeiða.
Men Atli Gregersen skundar sær so at sláa fast í samrøðuni, at Gunnar Nielsen er ein framúr góður málverji.