VIDEO: Átta minuttirs samandráttur frá stórdystinum í Berlin

(Video) Síggj Elias Ellefsen á Skipagøtu skjóta mál og brenna nøkur skot

Í Max Schmelling høllini í Berlin eydnaðist tað ígjár Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin at vinna 32-29 á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel í dysti í bundesliguni. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-14.

 

Føroyingarnir skutu heili 17 mál í dystinum. Hákun skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og Elias var stórskjútti. Hann skoraði 12 mál upp á 19 málroyndir, umframt at leggja upp til fýra mál.

 

Í morgun løgdu vit út á in.fo ein samandrátt upp á tríggjar minuttir. Men nú er ein samandráttur upp á átta minuttir tøkur, ið vísir nógv fleiri støður og mál hjá okkara monnum, serliga mál og atsóknir hjá Eliasi.

 

Longri samandrátturin hjá DAIKIN Handballsliga sæst her:

 

##med2##