Jóannes Bjartalíð var ikki til at steðga í bestu kasakisku fótbóltsdeildini í dag.
Jóannes og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar vunnu á heimavølli 4-0 á FC Jenis (úttalast "Zhenis").
Jóannes skoraði til 2-0 og 4-0, tá hann hegnisliga var spældur leysur og gagnnýtti støðurnar. Jóannes legði upp til 1-0 málið hjá Anatoliy Kozlenko við einum góðum frísparki, ið var stútað í netið. Tá Aslan Adil økti til 3-0 legði Jóannes upp til málið við einari genialari fríspæling.
FC Kyzylzhar er nummar fimm í deildini við átta stigum. Kairat Almaty er fremst í deildini við 11 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Kyzylzhar-Jenis 4-0 (1-0), og góða avrikið hjá Jóannesi:
##med2##











