Føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildinini, Fredrikstad er triðfremst í deildini við 20 stigum, bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Bodø/Glimt.
Fredrikstad vann í dag ein flottan 3-0 sigur á Lillestrøm á útivølli. Talan var um fimta sigurin á rað hjá Fredrikstad í bestu deildini.
Fýra minuttir undan steðginum legði íslendski, Julius Magnússon Fredrikstad á odda. Tá klokkan vísti 90 minuttir økti Oscar Aga til 2-0 við einum brotssparki. Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat sendi Brandur Hendriksson eitt frálíkt hornaspark í brotsteigin, ið Sondre Sorløkk stútaði í netið til 3-0.
Høvuðsvenjarin hjá Fredrikstad, Mikkjal K. Thomassen sendi Brand á vøllin tá 69 minuttir vóru leiktir. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum.
Komandi leygardag klokkan 17 tekur Fredrikstad móti botnliðnum, Tromsø á heimavølli.