Breiðablik vann í gjárakvøldi 3-1 á nýkosnu meistarunum, Víkingi Reykjavík. Víkingur hevði fleiri málmøguleikar, men Breiðablik var neyvari við sínum málmøguleikum.
Klæmint A. Olsen fekk 67 minuttir á vølllinum fyri Breiðablik, og Gunnar Vatnhamar leikti allan dystin fyri Víking Reykjavík.
Klæmint legði upp til 1-0 málið hjá Breiðablik við einari langari góðari sending. Viktor Karl Einarsson skoraði eitt sindur heppið mál aftaná eitt málmansdropp tá 36 minuttir vóru farnir av dystinum. Seks minuttir seinni økti Höskuldur Gunnlaugsson til 2-0.
Áðrenn Breiðablik kom á odda hevði Gunnar eitt skot, ið rakti tvørstongina hjá Breiðablik.
Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Birnir Snær Ingason spenning í uppgerðina aftur, men fimm minuttir seinni staðfesti Jason Daði Svanþórsson sigurin hjá Breiðablik.
Víkingur er fremst við 60 stigum, Valur er nummar tvey við 49 stigum og Breiðablik er nummar trý við 41 stigum. Hjá Breiðablik snýr tað seg um at blíva nummar trý ella fýra fyri at kunna kappast í Evropa aftur komandi summar.
Breiðablik er fýra stig frammanfyri FH og Stjörnuna nú tríggir dystir eru eftir at spæla.
Komandi sunnudag spælir Breiðablik móti KR á útivølli. Víkingur spælir á útivølli móti Stjörnuni komandi mánakvøld.
HER síggjast málini frá Stöð 2.
##med2##