Hóast ein rættiliga góðan seinna hálvleik hjá donsku hondbóltskvinnunum, so gjørdist tað Noreg, sum vann 22-20 í norðurlendsku uppgerðini í millumbólki 2 í EM-endaspælinum í Svøríki. Noreg hevði eina greiða hálvleiksleiðslu uppá 14-9. Donsku kvinnurnar vóru væl betri við í seinna hálvleiki, men tað var ikki nóg mikið til at fáa stig. Ímóti dystarenda var bara eitt mál á muni, men tað koppaði til Noreg.
Altíð vælleikandi Nora Mørk skeyt fimm mál, og gjørdist toppskjútti hjá Noregi, meðan Veronica Kristiansen skeyt fýra mál.
Toppskjúttar hjá Danmark vóru Mette Tranborg, Maria Fisker og Trine Østergaard við fýra málum hvør.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt framúr gott mál hjá Noregi har Camilla Herrem fær eina góða sending, og rennur við rakettferð frá donsku verjuni.
Í sama millumbólki vann Russland 26-24 (14-12) á Kekkia, og Rumenia vann 29-21 (15-9) á Ungarn.
Noreg er oddalið i millumbólki 2 við seks stigum. Rumenia og Danmark hava fýra stig. Kekkia og Russland hava tvey stig, meðan Ungarn einki stig hevur. Øll liðini hava leikt tríggjar dystir hvør.
Týsdagin verður spælt soleiðis: Kekkia-Rumenia, Ungarn-Noreg og Danmark-Russland