Í nátt føroyska tíð leiktu Borussia Dortmund og meksikanska liðið, Monterrey áttandu og seinastu áttandapartsfinaluna í HM-endaspælinum í felagslið í USA.
Dysturin á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta endaði við 2-1 sigri til Dortmund. Stóra hetjan hjá Dortmund var Serhou Guirassy, ið skoraði bæði málini tíðliga í dystinum.
Dortmund møtir Real Madrid í fjórðingsfinaluni. Tann fjórðingsfinalan verður leikt leygarkvøldið klokkan 21.
Dortmund-Monterrey 2-1 (2-0)
1-0 Serhou Guirassy (14.)
2-0 Serhou Guirassy (24.)
2-1 German Berterame (48.)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Dortmund-Monterrey 2-1 (2-0)
##med2##