VIDEO: Dortmund vann fyrsta sigurin í HM-endaspælinum fyri felagslið

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Mamelodi Sundowns-Borussia Dortmund 3-4 (1-3)

Mynd: Ritzau Scanpix

Borussia Dortmund hevur tryggjað sær fyrsta sigurin í innleiðandi bólki F í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.

 

Frammanfyri 14.000 áskoðarum - og 12.000 tómum setrum - vann Dortmund í einum sera málríkum dysti 4-3 á suðurafrikanska liðnum, Mamelodi Sundowns.

 

Suðurafrikanska liðið syrgdi fyri einari sjokkbyrjan, og legði seg á odda 1-0 tíðliga í dystinum. Men tríggjar ferðir undan steðginum svaraði Dortmund aftur, og teir øktu til 4-1 áðrenn Mamelodi vaknaði aftur.

 

Dortmund hevur fýra stig fyri tveir dystir. Mamelodi hevur trý stig fyri tveir dystir, og brasilska Fluminense hevur eitt stig fyri ein dyst, og suðurkoreanska liðið, Ulsan hevur einki stig fyri ein dyst. Fluminense og Ulsan spæla í kvøld klokkan 23. 

 

Mamelodi Sundowns-Borussia Dortmund 3-4 (1-3)

 

1-0 Lucas Rabeiro (11´)

 

1-1 Felix Nmecha (16´)

 

1-2 Serhou Guirassy (34´)

 

1-3 Jobe Bellingham (45´)

 

1-4 sjálvmál (60.)

 

2-4 Iqraam Rayners (62´)

 

3-4 Lebo Mothiba (90´)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mamelodi Sundowns-Borussia Dortmund 3-4 (1-3):

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix