Seinastu 10 dystirnar í bestu norsku fótbóltsdeildini hava Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd bert tapt eina ferð. Annars hevur talan verið um seks sigrar og tríggjar javnleikir.
Í dag vunnu Gilli og liðfelagarnir ein góðan 2-0 sigur á Lillestrøm á útivølli.
Mikael Ingebrigtsen legði Odd á odda 1-0 tá 82 minuttir vóru leiktir av dystinum. Dennis Gjengaar økti til 2-0 fimm minuttir seinni.
Odd er nummar seks í deildini við 41 stigum nú bert tveir dystir eru eftir at leika.
Komandi leygardag leikar Odd móti Strømsgodset á heimavølli. Odd endar kappingarárið á útivølli móti Viking, leygardagin 13. november.
HER ber til at síggja málini og onnur hæddarpunkt frá dystinum Lillestrøm-Odd 0-2 (0-0) :
##med2##