Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar spældu sunnudagin dyst á heimavølli í bólki A í Champions League.
Ungarska liðið, Debrechen var á vitjan í OBOS høllini í Hamar. Stutt undan dystarenda var Storhamar á odda bæði 27-25 og 28-27, men seinastu minuttirnar steðgaði málskjótingin upp hjá Storhamar. Ístaðin megnaði Debrechen at skjóta trý mál seinastu løtuna, og harvið knógva ein 30-28 sigur á Storhamar. Í steðginum var Storhamar á odda 16-15.
Storhamar er nummar fimm í bólkinum við fýra stigum fyri seks dystir
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Pernille, ið skoraði trý mál í dystinum sæst brenna ein málmøguleika við 0:29 minuttir:
##med2##











