Klokkan 19 í kvøld fer Jákup Øssursson Mohr at bríksla fyri fyrstu ferð í ársins síðsta fótbóltsdysti í Føroyum.
Tað verður við finaluni um løgmanssteypið millum KÍ og Víking at punktum verður sett fyri fótbóltsárið í Føroyum.
Millum áskoðararnar er áhugin rættiliga stórur, og tað verður nógv gjørt burturúr bæði í KÍ leguni og í leguni hjá Víkingi.
Millum áskoðararnar á Tórsvølli í kvøld verður 85 ára gamli Steinbjørn Jacobsen úr Klaksvík. Hann varð í síni tíð roknaður at teljast millum bestu fótbóltsspælararnar í Føroyum, og hann eigur serligt finaluavrik í steypakappingini, sum eingin higartil hevur gjørt honum eftir.
Í 1967 ella fyri 58 árum síðani var steypafinalan millum KÍ og B36, sum sunnudagin 10. september hittust í Gøtu. Vøllurin í Sarpugerði var rættiliga nýggjur, tí hann varð tikin í nýtslu í 1965.
At tvey lið í bestu deildini hittust í Gøtu var heilt forkunnugt fyri gøtufólk og eysturoyingar yvirhøvur, tí tá var einki felag í oynni umboðað í bestu fótbóltsdeildini. Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá, tí nú eigur Eysturoy ofta helmingin av teimum tíggju feløgunum í bestu deildini.
Henda sunnudagin fyri 58 árum síðani vann KÍ finaluna um ísafjarðasúluna, sum tað tá varð kappast um, 6-2 ímóti B36. Heilt merkisvert var tað, at Steinbjørn Jacobsen skoraði fimm av málunum hjá KÍ. Hvørki fyri ella síðani hevur nakar skorað fimm mál í einari steypafinalu fyri menn.
Á myndini sæst Steinbjørn Jacobsen longst til vinstru. Hinir báðir á myndini eru Ólavur Thomsen og Karl Gudmund Henriksen, sum vóru liðfelagar hjá Steinbjørn og knassar í KÍ verjuni. Myndin varð rikin uttanfyri Christianskirkjuna, tá ið teir høvdu verið og fylgt einum øðrum av liðfeløgunum á 66-liðnum, Jóannesi Jakobsen, til gravar. Tað var sunnudagin 1. august í 2021.











