- “Fake news” varð av álvara eitt vælkent orð undir forsetavalstríðnum í USA. Men eisini í londunum kring okkum er hetta ein trupulleiki. Øðrumegin er trupulleikin, at falskar søgur koma út á internetið, sum at síggja til eru eins og veruligar tíðindasøgur. Hinumegin er trupulleikin, at hetta fyribrigdi verður misnýtt, tá ið veruligir miðlar kritiskt viðgera eitt hvørt evni, sum valdshavarum ikki hóvar.
Um vikuskiftið upplivdi miðilin Ekstra Blaðið ógvusligasta dømi higartil upp á følsk tíðindi.
Søgan á netinum snúði seg um Mette Blomsterberg, sum er konditari og hevur verið dómari í sendingini “Den store bagedyste” inn til fyri kortum, tá ið hon gavst í tí leiklutinum.
Falskan søgan segði, at Mette Blomsterberg varð farin frá sendingini, tí hon hevði lagt seg út og vildi tapa seg aftur. Í greinin stendur, at hon síðani er farin at brúka eitt klænkingarevni, sum hon hevur fingið viðmælt frá føðsluráðgevanum Christan Bitz.
Men søgan er ikki sonn, tí hvørki Mette Blomsterberg ella Christian Bitz kennast við hetta klænkingarevnið.
Tað løgnasta í søguni er, at síðan, sum ber søguna, líkist óvanliga nógv Ekstra Blaðnum. Og tað hevur fingið Poul Madsen, ábyrgdarblaðstjóra úr stólinum, tí hann hevur meldað síðuna. Hann sigur tó við DR í dag, at sakførarar hava funnið fram til, at síðan hevur sín uppruna í Póllandi, og tí er lítið sannlíkt, at fólkini handan síðuna verða funnin.
Hetta fyribrigdi við følskum tíðindum vindur alsamt upp á seg og sosiali miðilin Facebook er rættiliga komin í andglettin orsaka av, at tað oftast er á Facebook, at slíkar falskar søgur koma fram. Ein kanning vísir, at falskar søgur vórðu oftari deildar á Facebook undir amerikanska forsetavalstríðnum, enn veruligar søgur. Samstundis vísir ein onnur kanning, at tríggir út av fýra amerikanarum trúðu upp á falskar søgur.
Hetta fyribrigdi hevur fingið øði í mangar journalistar kring knøttin, sum hava talað í móti bæði fyribrigdinum, men eisini misnýtsluna av hesum sama av valdspersónum. Til dømis hava Donald Trump og hansara umboðsfólk mangan nýtt spjaldrið “følsk tíðindi” um kritiskar søgur, sum viðurkendir fjølmiðlar bera fram.
Á videobrotinum her á síðuni sæst, hvussu CNN vertur Don Lemon reageraði, tá ið umboðsmaður hjá Donald Trump misnýtti heitið “Fake news”.
DR hevur her eina roynd, har tú kanst kanna, um tú kennir munin millum følsk tíðindi og verulig tíðindi. Si her: TEST Kan du spotte falske nyheder på Facebook?