Video: Fantastiski dysturin í Gundadali

Her er samandrátturin frá 3-2 sigrinum hjá B36 á HB

B36 vann í dag 3-2 á HB í 8. umfari í Effo-deildini. Dysturin mundi hava tað mesta, sum ein fótbóltsáskoðari kann ynskja sær. Mál, ferð, gott spæl og dramatikk.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Stóra hetjan bleiv innskifti Høgni Eysturoy, sum vendi hóttandi 2-1 tapi til 3-2 upp á fáar minuttir.

 

B36-HB 3-2 (1-2)

1-0: Hørður H. Askham

1-1: Øssur Dalbúð

1-2: Teit Jacobsen

2-2: Høgni Eysturoy

3-2: Høgni Eysturoy