VIDEO: Fyrsta málið hjá Martini fyri Aarhus Fremad

(Video) Síggj hæddarpunkt frá dystinum Thisted-Aarhus Fremad 0-2 (0-0)

Savnsmynd

Føroyingauppgerð var í triðbestu donsku fótbóltsdeildini farna sunnudag.

 

Liðið hjá Heina Fossdalsá Sørensen, Thisted tók á heimavølli móti liðnum hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad. 

 

Aarhus Fremad vann dystin 2-0. 

 

Martin fekk sína debut fyri Aarhus Fremad í 70. minutti. Hann hevði bert verið á vøllinum í seks minuttir, so hevði hann skotið fyrsta málið fyri Aarhus Fremad.

 

Martin økti til 2-0. 16 minuttir frammanundan hevði Anders Holvad lagt Aarhus Fremad á odda 1-0. 

 

HER  ber til frá Facebookrásini hjá Aarhus Fremad at síggja hæddarpunkt frá dystinum.

 

Aarhus Fremad er næstfremst í deildini við 13 stigum fyri sjey dystir.

 

Savnsmynd