VIDEO: Fyrsti kappingarsigurin hjá AIK Stockholm í 2025

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Värnamo 2-0 (1-0)

Aftaná 1-1 javnleikir móti Degerfors og Trelleborg í innleiðandi bólki 3 í bólkaspælinum í svensku steypakappingini, eydnaðist tað í kvøld liðnum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm at vinna triðja og seinasta dystin.

 

Á heimavølli á Strawberry Arena vøllinum vann AIK 2-0 á Värnamo. Victor Andersson legði AIK á odda við einum góðum langskoti longu í triðja minutti. Tá 79 minuttir vóru leiktir økti John Guidetti til 2-0.

 

Men tíverri fyri AIK endaðu teir bara næstfremst í bólkinum við fimm stigum. Trelleborg vann á útivølli 1-0 á Degerfors.

 

Trelleborg vann bólk 3 við sjey stigum, og vann seg í fjórðingsfinalurnar. Bólkafavorittarnir, AIK eru úti av steypakappingini, hóast teir eru ósigraðir í kappingini.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Värnamo 2-0 (1-0):

 

##med2##

 

##med3##