Í FA Cup dystinum, har Grimsby Town úr fjórðbestu deildin á heimavølli tapti tepurt 0-1 fyri Premier League liðnum, Wolverhampton Wanderers var David Geza Turi valdur at vera besti leikarin. Tað er serliga í verjukenda spælinum, at Geza fær rós fyri sítt avrik.
Youtube-rásin hjá Grimsby Town hevur gjørt eina samrøðu við Geza um FA Cup dystin, og um dystin á heimavølli í kvøld móti Walsall, ið er millum tvey lið, ið stríðast fyri at enda millum sjey tey ovastu liðini í deildini, og harvið kunna spæla um uppflyting. Grimsby hevur bestu verjuna í deildini, men Walsall er eitt sterkt útilið í hesum kappingarárinum.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna við Geza, ið kennir á sær, at hann mennist við at fáa meir spælitíð og meira álit frá venjaranum:
##med2##










