VIDEO: Gilli og Brann taptu oddauppgerðina

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Rosenborg 1-2 (0-2)

Gilli Rólantsson byrjaði inni fyri Brann Bergen í oddadystinum á Brann leikvøllinum í Bergen ímóti Rosenborg, og fekk 85 minuttir á vøllinum.

 

Áðrenn dystin var Brann Bergen bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Rosenborg. Men við 1-2 tapinum sunnukvøldið er Brann Bergen nú fimm stig aftanfyri Rosenborg nú bert trý umfør eru eftir at leika í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Brann Bergen fekk eina ræðuliga byrjan. Tá eitt korter var farið var Rosenborg á odda 2-0. Málverjin hjá Brann Bergen, Markus Pettersen sá ikki gott út tá Rosenborg økti til 2-0. Tá bert tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki tendraði Deyver Vega eina vón við einum reduseringsmáli, men nærri kom Brann Bergen ikki. Gilli spældi Daouda Bamba blanka frían, men hann tók ikki av møguleikanum.

 

Komandi sunnudag tekur Rosenborg ímóti Odd og Brann Bergen tekur ímóti Strømsgodset. Vinnur Rosenborg og Brann Bergen leikar javnt ella tapir dystin ímóti Odd, so er Rosenborg meistari.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brann Bergen og Rosenborg.

 

Støðan:

 

1

Rosenborg

27

17

6

4

46

22

24

57

2

Brann Bergen

27

15

7

5

40

27

13

52

3

Molde

26

14

5

7

51

32

19

47

4

FK Haugesund

27

14

5

8

40

30

10

47

5

Ranheim

27

12

6

9

41

44

-3

42

6

Odds Ballklubb

27

11

7

9

38

31

7

40

7

Kristiansund BK

27

11

7

9

42

38

4

40

8

Vaalerenga

27

10

7

10

36

42

-6

37

9

Sarpsborg 08

27

10

6

11

43

38

5

36

10

Tromsø

27

10

3

14

37

41

-4

33

11

Strømsgodset

27

7

8

12

41

41

0

29

12

Bodø/Glimt

27

6

11

10

29

32

-3

29

13

Start

26

8

5

13

27

43

-16

29

14

Lillestrøm

27

6

9

12

29

41

-12

27

15

Stabæk

27

5

10

12

32

47

-15

25

16

Sandefjord

27

3

10

14

29

52

-23

19