VIDEO: Gullbrandur vann á Meinhardi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini millum Sandnes ULF og Bryne

Gullbrandur í Horni Øregaard var sigursharrin í føroyingauppgerðini millum Sandnes ULF og Bryne

Gullbrandur í Horni Øregaard var sigursharrin í føroyingauppgerðini millum Sandnes ULF og Bryne

Føroyingauppgerð var millum Sandnes ULF og Bryne í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. Gullbrandur í Horni Øregaard byrjaði inni fyri Sandnes og Meinhard Egilsson Olsen byrjaði inni fyri Bryne.

 

Gullbrandur fekk 63 minuttir á vøllinum og Meinhard fekk 77 minuttir á vøllinum. Sandnes vann dystin 2-0, bæði málini komu aftaná Gullbrandur var farin av vøllinum. 

 

Bæði liðini eru omanfyri niðurflytingarstrikuna. Sandnes hevur 26 stig á 11. plássi og er fýra stig røttu megin niðurflytingarstrikuna. Bryne hevur 25 stig á 12. plássi.

 

16. oktober tekur Bryne móti Frederiksstad. Sama dag spælir Sandnes á útivølli móti Strømmen. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini millum Sandnes ULF og Bryne, ið eisini var ein grannauppgerð.

 

 

 

 

 

Gullbrandur í Horni Øregaard var sigursharrin í føroyingauppgerðini millum Sandnes ULF og Bryne

Gullbrandur í Horni Øregaard var sigursharrin í føroyingauppgerðini millum Sandnes ULF og Bryne