Video: Hæddarpunkt Spania-Danmark 22-25

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum har Danmark tryggjaði sær pláss í EM-millumumfarinum

Danska manslandsliðið í hondbólti gjørdi norðmonnum og svenskarum kunstin eftir og vann seg fyrr í kvøld í millumumfarið í EM-endaspælinum í hondbólti við einum 25-22 (14-13) sigri á Spania í bólki D í EM-endaspælinum, sum er í Kroatia í hesum døgum.

 

Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í kvøld: - Tað var stórt trýst á Danmark undan síðsta dystinum í bólkaumfarinum í EM í hondbólti. Fyri at varðveita møguleikan at vinna seg úr miðumfarinum og í hálvfinaluna var tað avgerandi í kvøld at vinna ímóti Spania, og tað eydnaðist ógvuliga fokuseraða danska liðnum at vinna við framúr verjuspæli og sera tilvitaðum og tolnum álopsspæli.

 

Eftir at tað fyrstu løtuna gekk javnt á, eydnaðist tað Danmark at vinna leiðslu upp á tvey og trý mál, og Danmark megnaði støðugt at varðveita leiðsluna. Úrslitið var 25-22.

 

 

Undan hesum síðsta dystinum í innleiðandi umfarinum hevði landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen gjørt av at skifta eykamannin Peter Balling inn á høgra bakkplássið. Tað eydnaðist framúr væl. Óroyndi maðurin var alla tíðina við í álopsspælinum, og eftir síðsta bríksl varð hann kosin at vera dagsins maður.

 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Spania og Danmark. Talan er um upptøkur frá evropeiska hondbóltssambandinum. 

 

 

 

 

 

 

Støðan í EM-millumumfarinum: 

 

 

 

 

 

#BÓLKUR 1:MPWDLGPts
1.Svøríki220065:564
   
2.Frakland220064:564
   
3.Kroatia210163:572
   
4.Noreg210164:602
   
5.Hvítarussland200253:650
   
6.Serbia200247:620
   
#BÓLKUR 2: MPWDLGPts
1.Makedonia211050:493
   
2.Spania210154:402
   
3.Danmark210152:502
   
4.Kekkia210143:592
   
5.Týskland202050:502
   
6.Slovenia201149:501

 

Skráin fyri EM í morgin:

Serbia -  Noreg kl. 17.15

Kroatia – Hvítarussland kl. 19.30

 

 

Danmark skal í bólki 2 spæla ímóti Slovenia fríggjadagin, Týsklandi sunnudagin og Makedonia mikudagin.