TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá trygga 29-20 (16-11) sigrinum hjá Svøríki ímóti Hvítarusslandi í millumbólki 1 í EM-endaspælinum í manshondbólti, sum er í Kroatia í hesum døgum.
Upptøkurnar eru frá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.
Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í kvøld: - Svøríki vann í kvøld 29-20 ímóti Hvítarusslandi, sum ikki megnaði at fjala, at liðið einki hevði at spæla fyri. Møguleikin hjá Svøríki at halda fram í hálvfinaluni er fyrst og fremst treytaður av, at Svøríki mikukvøldið vinnur ímóti Noregi.
Um Kroatia vinnur við fleiri enn tveimum málum ímóti Fraklandi, men við færri enn sjey málum, so sleppur Svøríki ikki upp í part. Um Kroatia vinnur við sjey ella fleiri málum ímóti Fraklandi, so verður Frakland varpað úr kappingini, og so verða tað Kroatia og Svøríki, sum halda fram.
Lítli møguleikin hjá Noreg er treytaður av, at Noreg vinnur ímóti Svøríki, og at Frakland vinnur ímóti Kroatia.
Støðan í EM-millumbólki 1:
1 | Frakland | 4 | 4 | 0 | 0 | 126:103 | 8 |
2 | Svøríki | 4 | 3 | 0 | 1 | 111:99 | 6 |
3 | Kroatía | 4 | 3 | 0 | 1 | 120:108 | 6 |
4 | Noreg | 4 | 2 | 0 | 2 | 124:119 | 4 |
5 | Hvítarussland | 4 | 0 | 0 | 4 | 96:119 | 0 |
6 | Serbia | 4 | 0 | 0 | 4 | 104:133 | 0 |
5. og seinasta leikumfar:
24.01 15:00 | Serbia | : | Hvíta-Rússland |
24.01 17:15 | Svøríki | : | Noreg |
24.01 19:30 | Kroatía | : | Frakland |