VIDEO: Hallur legði upp til sigursmálið hjá Víkingi

Síggj málið sum gjørdi, at Hallur Hansson vann føroyingauppgerðina móti Patriki Johannesen og hinum í Keflavík

Fyrsta føroyingauppgerðin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið var leikt í kvøld.

 

KR við Halli Hansson á liðnum tók móti Keflavík, ið hevði Patrik Johannesen í álopinum.

 

KR vann 1-0 við einum máli sum Þorsteinn Már Ragnarsson skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hallur legði upp til málið við einari góðari sending inn í brotsteigin hjá Keflavík.

 

HER  ber til at síggja málið. 

 

Komandi leygardag leikar KR heimadyst móti Leiknir. Dagin eftir verður føroyingauppgerð í Keflavík millum Keflavík og liðið hjá Gunnari Nielsen, FH. Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Akranesi spæla útidyst móti ÍBV. 

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik660019:418
2KA651011:216
3Valur641111:513
4Stjarnan632114:1011
5KR63128:510
6Víkingur R.731314:1410
7FH62139:107
8Fram61238:155
9Akranes61237:155
10Keflavík711510:164
11ÍBV60246:132
12Leiknir R.60242:102