Video: Hallur nær við at skora

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Esbjerg 1-3 (1-1) her

Hallur Hansson spældi allan dystin, tá lið hansara AC Horsens í niðurflytingarbólki 1 í donsku superliguni tapti 1-3 ímóti Esbjerg á heimavølli á CASA leikvøllinum í Horsens. Tapið kom illa við, tí AC Horsens kappast við Randers FC og OB um at koma víðar til play off dystirnar har kappast verður um eitt pláss til Europa League.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum. Hallur Hansson hevði góða roynd ímóti málinum hjá Esbjerg, tá støðan var 1-1. Ímóti dystarenda fekk Esbjerg tvey mál, sum gav teimum sigurin.

 

Komandi fríggjadag klokkan 17 verður føroyingauppgerð millum OB og AC Horsens í Odense.

 

Støðan í niðurflytingarbólki 1, har liðini hava tikið stigini við sær úr grundspælinum: 

 

#
1 Randers FC421132 - 3340
2 OB421130 - 3635
3 AC Horsens411231 - 5033
4 Esbjerg fB411231 - 5328