Tað var um reppið, at Heini Vatnsdal saman við liðfeløgunum í Fremad Amager sendu Viljorm Davidsen og hinar í Vejle upp í superliguna ígjár.
Fremad Amager var leingi á odda 2-1 móti Viborg FF í seinna hálvleiki, og hevði tann leiðslan hjá Fremad Amager hildið hevði Vejle verið staðfestur uppflytari til superliguna ígjár.
Viljormur Davidsen fekk eitt korter á vøllinum tá lið hansara, Vejle ígjár vann 2-0 á Vendsyssel FF á útivølli. Bæði málini komu í seinna hálvleiki.
Reda Rabai legði Fremad Amager á odda 1-0 tá 13 minuttir vóru farnir av dystinum við einum rimmar frísparki. 11 minuttir seinni javnaði Viborg FF til 1-1. Tá 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fumlaði málverjin hjá Viborg FF bóltin í málið. Fremad Amager var á sigurskós til heilt fáir minuttir vóru eftir av dystinum, men tað eydnaðist Viborg FF at javna, og harvið leingja uppflytingarstríðið minst eitt umfar aftrat.
Fremad Amager hevur bjargað sær plássinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Heini og liðfelagarnir í Fremad Amager hava 42 stig. 10 stig eru niður til niðurflytingarstrikuna, og tá bert níggju stig eru eftir at spæla um eru teir á Amager komnir uppá turt.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Fremad Amager og Viborg FF:
##med2##
HER ber til at síggja hvussu Vejle vann 2-0 á Vendsyssel FF.