HB vann í dag 2-1 á KÍ í Klaksvík. KÍ kom á odda við máli, sum Rodrigo Silva skoraði í fyrra hálvleiki. KÍ hevði eisini møguleikar at økja til 2-0, men Teitur M. Gestsson bjargaði meistarliga, tá Páll A. Klettskarð bleiv púra leysur.
Til ber at síggja samandráttin frá dystinum við at trýsta á pílin á myndini
Í seinna hálvleiki tók Fróði Benjaminsen yvir. Ársins spælari í føroyskum fótbólti skoraði tvey flott mál og tryggjaði HB sigurin. Fyrra málið kom úr spískum í høgru, meðan seinna málið var ein sonn perla, tá Fróði Benjaminsen við hálvliggjandi saksasparki sendi bóltin í málið.
Les eisini: Havnin fer frá øllum
Talan er heilt víst um eitt tað besta málið í føroyskum fótbólti í ár. Spurningurin er so, um talan er um ársins mál higartil?
Støðan
1. B36 26 (Stig)
2. HB 24
3. NSÍ 14
4. Víkingur 13
5. EB/Streymur 13
6. KÍ 13
7. ÍF 11
8. B68 8
9. AB 7
10. Skála 5
KÍ-HB 1-2 (1-0)
1-0: Rodrigo Silva 29.
1-1: Fróði Benjaminsen 50.
1-2: Fróði Benjaminsen 74.