NSÍ spilti í dag FM veitsluna hjá Víkingi. Við at vinna 2-1 á Víkingi, so hevur KÍ framvegis ein møguleika at vinna FM, men tað krevur at teir innheinta trý stig og átta mál í seinasta umfari.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Jann Benjaminsen legði NSÍ á odda í fyrra hálvleiki, men seint í hálvleikinum javnaði Gert Hansen fyri Víking. Avgerandi málið kom í seinna hálvleiki, tá Árni Frederiksberg við dreymaskoti sendi runavíkingar á sigurskós.
NSÍ-Víkingur 2-1 (1-1)
1-0: Jann Benjaminsen
1-1: Gert Hansen
2-1: Árni Frederiksberg
Støðan eftir 26 umfør
Víkingur 52
KÍ 49
B36 47
NSÍ 46
HB 38
Skála 30
Suðringar 29
EB/Streymur 29
07 Vestur 25
ÍF 12