VIDEO: Hesaferð vóru dómaraavgerðirnar blíðar við Gunnar og FH

(Video) Gunnar Nielsen og liðfelagarnir spældu dramatiskan 3-3 javnleik móti Breiðablik á útivølli. Hesaferð var tað FH, ið fekk eitt kontroversielt mál

Í farnu viku taptu føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH 1-4 móti Víkingi Reykjavík á útivølli. Tá kendu FH-arnir seg snýttar, tá teir fingu bæði eitt offside-mál ímóti sær, umframt triðja málið hjá Vìkingi har ein bóltdrongur bleiv partur av málinum. Tað ber alt til at síggja HER

Ígjár fingu Gunnar og FH-arnir avgjørt eina dómaraavgerð við sær, tá FH javnaði til 2-2. Sjónvarpsupptøkurnar vísa, at bólturin við eitt álop hjá FH var farin nakrar sentimetrar útum baklinjuna áðrenn Atli Guðnason var spældur leysur til at javna til 2-2. Breiðabliksmenn mótmæltu, men lítið hjálpti.

FH er nummar fimm í Pepsideildini við sjey stigum fyri fýra dystir. Komandi mánakvøld tekur FH móti Fylkir á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.

Málini í tí sera undirhaldandi 3-3 dystinum kunnu síggjast her. Tað er legendariski Gummi Ben, ið er frásøgumaður:

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/2b8e8a3f-857a-4096-a472-5121c72831a6-1594280146471" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>