Video: Japan í øðini um norðurkoreanska rakettskjóting

Enn ein rakett er send úr Norður Korea móti japanskum luftøki, hóast altjóða samfelagið hevur lagt stórt trýst á Norður Korea um at steðga við hóttandi atburðinum. 

 

Tað var tíðliga í morgun, at enn ein rakett varð send avstað úr Norður Korea. Hesaferð varð rakettin send úr høvuðsstaðnum Pyongyang. Rakettin varð send móti eystri og fór framvið japansku oynni Hokkaido, áðrenn hon fór niður í Stillahavið. 

 

Trygdarráðið hjá ST hevur annars fyrr í vikuni sett fleiri sanktiónir móti Norður Korea, og tann avgerðin varð tikin eftir seinastu atomroynd, sum Norður Korea gjørdi. Trygdarráðið hjá ST hevur kallað inn til ein skundfund, eftir at rakettin varð send avstað í morgun. Sambært Suður Koreanskum myndugleikum ferðaðist rakettin 3700 kilometrar og náddi eina hædd á 770 kilometrar. Rakettin varð send klokkan 6.57 lokala tíð. Japanskir myndugleikar hava sagt, at landið fer at gera alt fyri, at fólkini eru trygg. Samstundis siga myndugleikarnir, at hetta skal gerast saman við Suður Korea og USA.

 

Les eisini: Norður Korea skjýtur enn eina rakett yvir Japan 

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja video frá AFP/RITZAU