VIDEO: Jóan Símun tryggjaði Beveren javnleik móti oddaliðnum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Westerlo-Waasland Beveren 1-1 (0-0)

Jóan Símun Edmundsson gjørdist stóra hetjan hjá Waasland Beveren ígjár, tá hann við einum stútara í 89. minutti tryggjaði Waasland Beveren javnleik 1-1 móti oddaliðnum í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini, Westerlo.

 

Tað sá annars einki út hjá Waasland Beveren tá Westerlo legði seg á odda 1-0 í 74. minutti.

 

Men tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini fekk Jóan Símun eina góða sending inn í brotsteigin frá Joseph Efford. Jóan Símun stútaði bóltin framvið málverjanum, og so fekk Waasland Beveren eitt stig við sær.

 

Westerlo er tó framvegis greitt oddalið við 24 stigum. Waasland Beveren er nummar tvey við 17 stigum. Lierse er nummar trý við 16 stigum. 

 

Fríggjakvøldið 19. november tekur Waasland Beveren móti botnliðnum, Mouscron á heimavølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini og málið hjá Jóan Símuni:

 

##med2##