Juventus skuldi bara brúka ein hálvleik til at gera av við Al Ain úr Sameindu Emirríkjunum.
Í innleiðandi bólki G í HM fyri felagslið vann Juventus stórsigur 5-0 á Al Ain. Longu í steðginum var alt avgjørt. Tá var Juventus frammanfyri 4-0.
Í sama bólki vann Manchester City ígjár 2-0 á marokanska liðnum, Wydad. Lítið er at ivast í, at City og Juventus vinna seg víðari úr hesum bólkinum.
Al Ain-Juventus 0-5 (0-4)
0-1 Randal Kolo Muani ('11 )
0-2 Francisco Conceicao ('21 )
0-3 Kenan Yildiz ('31 )
0-4 Randal Kolo Muani ('45 )
0-5 Francisco Conceicao ('58 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 5-0 sigrinum hjá Juventus:
##med2##